FC Fredricia tók í dag ímóti Nykøbing FC í næstbestu donsku deildini. Sonni Ragnar Nattestad kom til felagið úr Molde í vetur, og í dag var hann fyri fyrstu ferð við í hópinum til ein almennan dyst. Miðverjin hevur spælt venjingardystir við felagnum, men sjúka og skaði hevur hildið honum úti fyrstu tríggar landskappingardystirnar eftir vetrarsteðgin.
Tað varð kunngjørt á heimasíðuni hjá FSF fyri viku síðani, at Sonni Ragnar hevði givið avboð til landsdystirnar móti Malta og Rumenia, og at Bartal Wardum kom í hansara stað. Talan var um ein skaða, ið hann hevði at dragast við, og mett varð ikki, at hann fór at vera nóg birgur til landsdystirnar. Lars Olsen segði við in.fo her á Malta, at í samráð við Sonna Ragnar varð avgerðin tikin um, at best var at hann ikki kom við hesuferð; torført var at meta um trupulleikarnar í mjadnarbeininum, og um verjuleikarin kundi venja við í farnu viku og møguliga spæla dystirnar.
Í Fredricia hava teir mett, at 24-ára gamli miðvingurin var nóg klárur at vera við í hópinum til dagsins dyst. Sonni Ragnar kundi frá bonkinum síggja Nykøbing leggja seg á odda eftir eitt korter. Tað var støðan ógvuliga leingi, og fimm minuttir fyri tíð satsaði heimaliðið og setti stóra føroyingin inn í álopið fyri at royna at leggja trýst á. Beint sum yvirtíðin byrjaði javnaði Fredercia, og í 94. minutti kom bólturin innfyri til Sonna Ragnar, ið sambært heimasíðuni hjá Fredricia hoppaði langt uppfrá og stútaði liði til sigurs.
Dramatiskur sigur til Sonna Ragnar og liðfelagarnar sum í løtuni liggja á 3. plássi, og eru ógvuliga væl við í oddastríðnum. Føroyska A-landsliðið spælir aftur týskvøldið í Rumenia.
Fótbóltur
Sonni Ragnar skoraði sigursmálið í dramatiskum dysti
Hóast hann ikki er við landsliðnum vegna skaðatrupulleikar, so spældi miðverjin nakrar minuttir og gjørdist avgerandi fyri Fredricia í dag.
Mynd: Jens Kr. Vang
2019-03-24 16:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald