Fótbóltur

Sonni Ragnar til Dundalk

Føroyski landsliðleikarin fer aftur at royna seg uttanlands. 26-ára gamli miðverjin hevur skrivað undir sáttmála við írska felagið, ið sló KÍ út úr Playoff-umfarinum í Europa League, og sum eisini hevur gjørt sáttmála við Ole Erik Midtskogen í vetur.

Sáttmálin millum Sonna Ragnar Nattestad og írska felagið er í fyrstu syftu galdandi fyri 2021. Venjarin hevur hildið eyga við føroyingunum í longri tíð (Mynd: Sverri Egholm)

Sáttmálin millum Sonna Ragnar Nattestad og írska felagið er í fyrstu syftu galdandi fyri 2021. Venjarin hevur hildið eyga við føroyingunum í longri tíð (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-10 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta vetur vendi Sonni Ragnar Nattestad aftur til Føroyar eftir sjey ár uttanfyri landoddarnar. Har royndi høgi miðverjin seg í Danmark, Íslandi og Noreg, og hann spældi millum annað 21 dystir í teimum báðum ovastu donsku deildunum. Sonni Ragnar kom í fyrstu syftu til FC Midtjylland úr 07 Vestur og var eisini tvær reisur hjá AC Horsens, har miðvingurin var liðfelagi við Hall Hansson.

Í 2017 keypti Molde, ið tá hevði Ole Gunnar Solskjær sum venjara, føroyska landsliðsmiðverjan, ið hevði gjørt vart við seg á júst A-landsliðunum í árunum frammanundan. Júst hetta keypið kemur Filippo Giovagnoli, venjari hjá Dundalk FC úr Írlandi, inn á, tá hann á heimasíðu sínari lýsir sítt nýggja keyp:

- Sonni er ein landsliðsleikari, ið harvið hevur altjóða royndir. Hann var eitt stórt talent sum ungur og fór til Danmarkar, Ísland og síðani til Noregs at spæla, har Ole Gunnar Solskjaer keypti hann. 

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt 31 A-landsystir og skorað tvey mál (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Ragnar fekk ongan dyst fyri besta liðið hjá Molde - millum annað orsakað av skaðum - og varð leiðagur út til Aalesund í næstbestu deildini. Tíðliga í 2019 skifti verjuleikarin úr Molde til Fredericia í Danmark, men tað samstarvið helt bert eitt hálvt ár. Í fjør spældi Sonni Ragnar Nattestad 27 dystir fyri B36, har hann millum annað var við til at spæla liðið víðari tríggjar ferðir í Europa League. Tað lá ikki í kortunum, at hann fór at halda fram, og nú er greitt, at Sonni Ragnar aftur skal spæla uttanlands:    

- Hann er ógvuliga stórur, 198 cm, og sterkur. Hann er vinstrabeintur, skjótur og sterkur á bóltinum, og hann er júst tað slagið av miðverja, ið vit hava leitað eftir. Eg eri sera glaður fyri, at hann hevur skrivað undir við Dundalk og gleði meg at fáa hann í hópin, sigur Giovagnoli.

Nýggi venjarin hjá Sonna Ragnar Nattestad sigur eisini, at hann hevur hildið eyga við føroyska verjuleikaranum í langa tíð. 1. oktober í fjør leiddi Giovagnoli Dundalk til sigurs móti KÍ í  Playoff-umfarinum í Europa League. Harvið spældi liðið í bólkaspælinum í vetur - móti Arsenal, Molde og Rapid Wien. Einki stig kom til høldar. Dundalk endaði nummar trý í írsku deildini og skal harvið aftur spæla í Europa League í summar.

Tað verður við Sonna Ragnari Nattestad í hópinum. Hann hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála - við einari "optión" at leingja avtaluna við einum ári tilknýtta. Ole Erik Midtskogen er eisini tilnýttur Dundalk til komandi kappingrár. Høgi og sterki norski áleyparin skoraði fyri KÍ móti Dundalk í fjør og gav føroysku verjunum høvuðbrýggj seiansta kappingarár.

Les eisini: Ole Erik Midtskogen skiftir til Dundalk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder