Fótbóltur

Sonur Eidur Guðjohnsen skiftir til Real Madrid

Andri Lucas Guðjohnsen skal nú royna seg í einum av heimsins størstu feløgum.

Andri Lucas Guðjohnsen

Andri Lucas Guðjohnsen

2018-08-07 14:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sonur fyrrverandi íslendska stjørnuleikaran Eidur Guðjohnsen, Andri Lucas Guðjohnsen, skiftir nú til spanska stórfelagið Real Madrid. Andri hevur seinastu árini spælt við ungdómsliðunum hjá Espanyol í Barcelona.

Andri hevur eisini umboða U16 landsliðið hjá Íslandi.

Nú Andri flytir til spanska høvuðsstaðin, flytur lítli beiggin Daniel væntandi eisini. Daniel hevur seinastu árini spælt við ungdómsliðum hjá Barcelona, og spældi U12 liðinum hjá Barcelona í fjør. Elsti beiggi teirra, Sveinn Aron, sum fyrr hevur spælt við ungdómsliðum hjá Barcelona, skifti í síðstu viku til Spezia í næst bestu italsku deildini frá Breiðablik Kópavágur, skrivar ESPN.

Fótbóltseginleikarnar hava synirnir heilt vist fingið frá pápa sínum, sum vann bæði Champions League og sponsku fótbóltsdeildina við Barcelona. Hann spældi eisini fleiri ár við Chelsea og skoraði 26 mál í 88 dystum fyri Ísland.

Sjálvur Eidur er sonur Arnór Guðjohnsen, sum spældi við eitt nú Anderlecht í Belgia og Bordeaux í Fraklandi, umframt fleiri landsdystir. Í 1996 skrivaðu Eidur og Arnór søgu, tá 17 ára gamli Eidur varð skiftir inn fyri 34 ára gamla Arnór í landsdysti móti Estlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder