Fótbóltur

Sormani: - At vinna steypið kann verða grundarlag fyri framtíðina

Á ymsan hátt verður tað ikki bert ein vanligur fótbóltsdystur móti B36, men vit royna millum annað at hugsavna okkum um at koma inn í finaluna á rættan hátt sinnisliga, sigur HB-venjarin.

-  Vinnur man nú, vinnur man mest sannlíkt eisini meira í framtíðini. So hetta er ógvuliga umráðandi fyri okkum í HB, staðfestir Adolfo Sormani fyri Portalinum - her sæst HB-venjarin, eftir at finaluplássið er komið í hús (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Vinnur man nú, vinnur man mest sannlíkt eisini meira í framtíðini. So hetta er ógvuliga umráðandi fyri okkum í HB, staðfestir Adolfo Sormani fyri Portalinum - her sæst HB-venjarin, eftir at finaluplássið er komið í hús (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-01 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað liggur eitt serstakt kappingarstríð (rivalisering) aftanfyri hendan dystin, sum heilt víst millum annað merkir nógv fyri okkara áskoðarar. Fyri meg persónliga er hetta "bert" ein finala; ein finala sum helst verður ógvuliga tættur. Vit vita, at B36 er eitt gott lið við ógvuliga góðum fótbóltsspælarum.

Soleiðis svarar Adolfo Sormani, tá Portalurin spyr hann um, hvussu tað ger steypafinaluna serstaka, at tað verður B36, sum hansara HB-lið metir.

Vit fingu stutt orðið á 59-ára gamla italiumannin, sum í morgin skal royna at leiða HB til steypagull. Sormani heldur, at tað sinnisliga- tað mentala - spælir stóran leiklut í sambandi við finaluni:

- Tað sinnisliga í dystinum og hvussu tú kemur inn til hann verður ógvuliga umráðandi, meti eg.

Sí eisini: Havnarfeløgini hugsavna seg um finaluna í regninum (Myndir)

Sí eisini: Teitur: - Hetta kann ikki blíva nógv størri (Video)

HB endaði á bronsuplássið í Betrideildini og hevur harvið tryggjað sær evropeiskt pláss til 2025. Men hvussu umráðandi er tað at tryggjað sær umleið eina og eina hálva millión eyka og steypagull fyri 30. ferð í søguni?

- Tað er fullkomiliga grundleggjandi og setur støði fyri felagið (fundamental), at vit vinna finaluna. Á tann hátt er hetta meira ein ein vanligur dystur: Vinnur man nú, vinnur man mest sannlíkt eisini í framtíðini. So hetta er ógvuliga umráðandi fyri okkum í HB, staðfestir Adolfo Sormani.

[object Object]Ein fegin Adolfo Sormani saman við dugnaliga kropsliga venjaranum Gilberto Voltolina eftir stórsteypið er komið í hús. Kappingarárið byrjaði við steypi á Tórsvølli og kann enda við steypi á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Grannafinalan verður leygarkvøldið 2/11 klokkan 19, og FSF boðar frá stórum áskoðaraáhuga.

Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB

Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna

Sí eisini: Televarpið vísir finaluna leygarkvøldið

Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder