Týskvøldið skal KÍ á fyrsta sinni spæla í 3. umfari í Champions League. Fyrri dysturin er á Tórsvølli - Djúpumýra lýkur ikki krøvini fyri millum annað tal av áskoðaraplássum og vallarstødd - og er tað norska meistaraliðið, ið vitjar.
Molde FK er eitt av feløgunum, sum KÍ hevur spælt ímóti fyrr. Hetta var í 1. umfari í UEFA Cup í 2003. Molde vann samanlagt 6-0. Eitt ógvuliga sermerkt, um vit nú
hyggja eftir Molde-hópinum og málskjúttum frá tá er, at tveir av teimum á yvirlitinum næstu vikurnar skulu royna at senda Molde út úr Champions League.
Daniel Berg Hestad og Magne Hoseth hava, saman við KÍ-miðverjanum Vegard Forren, nakað yvir 1.000 dystir fyri felagið. Teir eru úr økinum, Daniel úr sjálvum býnum, og hægst á toppskjúttalistanum fyri felagið yvir allar tíðir í bestu norsku deildini.
Daniel Berg Hestad kom við Magna Hoseth úr Noreg. Hann er annar av hjálparvenjarunum, hevur ábyrgd av næstbesta liðnum í Klaksvík og hevur eina rúgvu av dystum fyri Molde, umframt eitt mál móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Magne Hoseth hevur havt nógv at smílst um sum KÍ-vernjari. Nú bíðar stór og serstøk uppgáva (Mynd: Sverri Egholm)
Núverandi KÍ-venjararnir fingu eisini mál í evropeiskum kappingum, og millum annað eiga Daniel Berg Hestad og Magne Hoseth hvør sítt móti KÍ.
Tað var miðvallarin, ið tjúgu ár seinni leiddi KÍ langt í Champions League og í eitt bólkaspæl á fyrsta sinni, sum legði Molde á odda í fyrra dystinum móti KÍ. Talan var um eitt brotsspark í Molde. Heimaliðið vann 2-0 og gjørdi arbeiði liðugt á Svangaskarði tvær vikur seinni. Tá var tað ein annar miðvallari, Daniel Berg Hestad, ið legði Molde á odda.
Fyrri dysturin (Skíggjamynd: FaroeSoccer)
Seinni dysturin (Skíggjamynd: FaroeSoccer)
Nú, tjúgu ár seinni, skulu Magne Hoseth og Daniel Berg Hestad millum annað royna at hjálpa at syrgja fyri, at Molde ikki skorar móti KÍ. Tað verður helst ikki 0-6 samanlagt, og fyri føroyameistararnar er tað týdningarmikið, at man byrjar væl í heimadystinum týsdagin.
Sum tað sær út verður tað útvið fullsett á Tórsvølli - í øllum førum á langsíðunum. KÍ - Molde byrjar klokkan 19.45. Dysturin sæst eisini í Kringvarpinum.
Les eisini: Atgongumerkjasolan til KÍ - Molde gongur við rúkandi ferð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald