Fótbóltur

Spæla fyri triðju ferð í Kekkia

A-landsliðið við monnum spælir í Olomouc í kvøld, har fyrsta bríksl er klokkan 17. Talan er um triðja venjingardystin hjá liðnum hjá Håkani Ericson í ár, og ymiskt øðrvísi verður helst at síggja.

Viljormur Davidsen, vinstri bakkur og nummar trý hjá Føroyum, fer at hava liðformansbandið um armin aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur Davidsen, vinstri bakkur og nummar trý hjá Føroyum, fer at hava liðformansbandið um armin aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-16 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brno, Kekkia (Portalurin) - Í nógv ár var tað ein trupulleiki hjá føroyska A-landsliðnum at fáa venjingardystir. Nú er tað eitt UEFA-krav, sum partur av serliga sjónvarpsavtalum og, at øll limalondini skulu spæla so og so nógvar landsdystir um árið.

Í ár er talið tíggju, og við tveimum venjingardystum í mars og seks Nations League-dystum, er neyðugt við tveimum dystum í hesum landsliðsvindeyganum. Lið sum ikki hava spælt seg til HM-endaspælið spæla ímóti hvørjum øðrum, og tað endaði við, at FSF fekk avtalu í lag um útidystir í Kekkia og Kosovo.

Seinastu stuttu tíðina hava Håkan Ericson, Eli Hentze, Magni Mohr og hinir í toyminum fyrireika ein heldur øðrvísi hóp til uppgávurnar og at framhaldandi flyta landsliðið. Átta spælarar eru so mikið darvaðir av skaðum ella umráðandi skúlavirksemi, at teir ikki fáa verið við - í stóran mun er talan um fastar og ógvuliga royndar leikarar.

[object Object]
Beint undan venjingin í gjár byrjaði (Mynd: Sverri Egholm)

Nú eru aðrir slopnir framat, og í nógv bendir á, at Hanus Sørensen fær sín fyrsta landsdyst í kvøld (frá byrjan á høgra bakki), at Heðin Hansen byrjar inni fyri fyrstu ferð í meira enn tvey ár, og Mads Boe Mikkelsen á fyrsta sinni verður millum teir fyrstu ellivu.

Sí eisini: 
Video: Venjing í betri umstøðum og við ábendingum um uppstillingina
Hanus: Ótrúliga stórt at vera á A-landsliðnum: Mamma byrjaði at lippa

Føroyska liðið hevur búð í Brno, næststørsta býnum í Kekkia, síðani sunnukvøldið og eisini vant í býnum. Í gjár var tað tó á einum øðrum og betri vølli enn mánadagin. Sjálvur dysturin verður tó spældur í býnum Olomouc, sum er beint yvir ein tíma í bili frá Brno. Leikvøllurin, Andruv Stadium, tekur umleið 12.500 áskoðarar.

Tað er óvist, hvussu nógvir áskoðarar vera til staðar, men greitt er, at kekkiski hópurin er sterkur.

Tað var eisini talan um sterk kekkisk lið, ið Føroyar spældu ímóti fýra ferðir síðsti í nítiárinum. Dystirnir vóru tó lutfalsiga tættir - hóast føroyingar samanlagt taptu 7-0. Í 1997 varð spælt í Teplice, og tvey ár seinni í Prag. Í báðum útidystunum í Kekkia endaði tað 2-0.

Fyrsta bríksl í kvøld verður klokkan 17. Kringvarpið vísur dystin, FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og vit vera til staðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder