Ein tøtt fyrsta finala, har H71 var omaná seinastu løtuna og síðani ein ógvuliga dramatisk, sum endaði við at málverjin hjá KÍF kastaði bóltin í tóma H71-málið til 24-23.
Harvið er 1-1 í finalurøðini í Burn-deildini. Tað eru føroyameistararnir tvey tey seinastu árini móti avbjóðarum úr Kollafirði, sum ikki so mong væntaðu fóru at vera har.
KÍF endaði á 5. plássi í landskappingini, men í endaspælinum vann liðið fyrst gysara ímóti Neistanum og sendi síðani FM-favorittarnar úr Vestmanna út - við sigri í Vestmanna. Tað er ein spennandi blanding av ungum og so meira royndum spælarum í Kollafirði.
Reyði Múrurin - áskoðarnir hjá KÍF - hava gjørt stóran mun (Mynd: Jens Kr. Vang)
Her verður ungi vongurin Bárður Dam - ein av umráðandi spælaruum - fagnaðurin eftir sigurin mikukvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hjá H71 eru tað ikki so nógvir, sum spæla fast nú, sum hava verið lyklaspælarar seinastu árini. Fleiri hava tó tikið stóra ábyrgd - eingin er yvir 22 ár.
Vantandi royndirnar sóust kanska móti endanum mikudagin. Í kvøld er tað aftur spurningurin, hvør kann standa fyri trýstinum og hvat lið hevur mest yvirskot og orku.
Neyðugt er við í øllum førum tveimum finalum afturat, og dysturin í Hoyvík er týðandi í mun til at fáa sálarliga og ítøkiliga fyrimunin.
3. FM-finalan í Burn-deildini
Í kvøld, leygardagin 27.04 í Hoyvíkshøllini
19.00: H71 (1) - KÍF (1)
Kann stroymast á live.hsf.fo og hoyrast á FM1
Neyðugt er at vinna tríggjar FM-finalur fyri at gerast føroyameistari. Spælt verður í Kollafirði mikukvøldið 1/4 og so møguliga aftur í Hoyvík næsta vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald