Fótbóltur

Spæla um steypafinalupláss í Sarpugerði

Útsetta hálvfinalan byrjar eftir ætlan klokkan 17.30 og verður helst spennandi. HB er á odda 1-0 eftir fyrru hálvfinaluna og skal royna at endurvinna steypið.

Víkingur hevur tvær ferðir í ár vunnið á HB í Sarpugerði (2-1 og 2-0) Í kvøld er neyðugt við minst einum máli fyri at hava møguleikan at koma víðari - hetta kann enda við longdari leiktíð og brotsspørkum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur hevur tvær ferðir í ár vunnið á HB í Sarpugerði (2-1 og 2-0) Í kvøld er neyðugt við minst einum máli fyri at hava møguleikan at koma víðari - hetta kann enda við longdari leiktíð og brotsspørkum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-23 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vónandi fer tað at eydnast at gjøgnumføra seinnu hálvfinaluna millum Víking og HB hesaferð.

19. juni varð dysturin avblástur, tá komið var um miðjan 2. hálvleik. Tá var støðan 1-1 á degnum, men reglugerðin sigur, at tá floytað verður av fyri veður, skal byrjast av nýggjum.

Tað skuldi tað gera í gjár, men fyrrapartin valdi kappingarnevndin hjá FSF, eftir ráðføring við partarnar, at útseta dystin í eitt samdøgur vegna ivasom veðurviðurskifti.

Sí eisini: 
Hálvfinalan í Sarpugerði útsett eitt samdøgur
Hálvfinalan blást av

Talan er um tey bæði bestu liðini í føroysku kappingunum í ár og steypavinnararnir seinastu tvey árini, sum í kvøld spæla um rættin at hitta B36 í ársins "Løgmansfinalu".

Víkingur, ið er frá 2008, vann Løgmanssteypið fyri sættu ferð í 2022. HB sigraði í finaluni í fjør. Tað var 29. ferð, at mest vinnandi felagið í Føroyum lyfti steypið. HB hevur vunnið Løgmanssteypið tríggjar ferðir tey seinastu fimm árini.

[object Object]
HB vann Løgmanssteypið eftir brotssparkskapping á B68 í november (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]HB hevði yvirtakið í fyrru hálvfinaluni millum liðini...

[object Object][object Object]...men í landskappingardystunum í Sarpugerði hevur Víkingur havt fyrimunin (Myndir: Sverri Egholm) 

Tvær ferðir hevur tað verið við finalusigri á júst Víkingi (2019 og 2020). Tað er 1-0 til HB eftir fyrru hálvfinaluna. At fara til Norðragøtu at gera arbeiði liðugt verður tó als ikki lætt: Víkingur hevur bert tapt tveir dystir móti føroyskum liðum seinastu 14 mánaðirnar, og helmingurin av almennu dystunum, sum HB hevur tapt í ár, hava verið í júst Sarpugerði - hinir báðir vóru á Svangaskarði og í Split.

Júst teir báðir sigrarnir á HB í Betrideildini eru høvuðsorsøkin til, at Víkingur er á FM kós í løtuni. Felagið skal vinna í kvøld fyri at framhaldandi hava møguleikan at fara eftir sínari fyrstu greipu. Um Víkingur er á odda við einum máli eftir vanliga leiktíð, fer dysturin í longda leiktíð. Hetta er als ikki ein óhugsandi framtíðarmynd.

Hjá HB hevur Bartal Wardum verið lyklaspælari í verjuni í ár. Hann er við at koma fyri seg eftir skaða, men tað er ósannlíkt, at hann spælir nakran leiklut. Tað er eisini ein smeitur, at Áki Samuelsen er úti við fótskaða. Víkingur spælir í kvøld sín fyrsta dyst í ellivu dagar - so er spurningurin, hvønn leiklut hetta spælir.

Onnur hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið
Sarpugerði, fríggjadagin 23.08
17.30: Víkingur (0) - HB (1)

Televarpið vísir dystin, FM1 og KVF siga frá og vit hava myndir og samanumtøku. Til ber eisini at fylgja gongdini beinleiðis á "livescore-skipanini" ovast á portal.fo.

[object Object]Tað hevur verið nakað heitt millum partarnar undir - og serliga eftir dystirnar - í ár. Har hevur HB-venjarin Adolfo Sormani verið íblandaður. Í kvøld er aftur nógv uppá spæl, tá Víkingur og HB hittast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder