Annað

Spania hevur fingið nýggja venjara

Luis Enrique tekur yvir venjarastarvið.

Luis Enrique (Mynd: EPA)

Luis Enrique (Mynd: EPA)

2018-07-09 14:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

HM í fótbólti gjørdist eitt stórt vónbrot hjá spanska landsliðinum. Trupulleikarnir byrjaðu tveir dagar undan HM, tá venjarin, Julen Lopetegui, varð koyrdur. Hann var fáar dagar áðrenn kunngjørdur sum nýggi venjarin hjá Real Madrid, og hetta førdi til, at hann varð uppsagdur.

Ábyrgdina at taka sær av liðinum undir HM fekk Fernandi Hierro. HM byrjaði væl og Spania endaði fremst í bólkinum. Men longu í áttandadeilsfinaluni var galið, tí Spania tapti fyri Russlandi eftir brotssparkskapping.

Nú verður tað so fyrrverandi venjarin í Barcelona, Luis Enrique, sum skal standa á odda fyri landsliðinum.

- Tað var einmælt samtykt, sigur Luis Rubiales, forseti í spanska fótbóltssambandinum sambært norsku tíðindastovuni NTB.

48 ára gamli Luis Enrique hevur verið venjari hjá Roma og Celta Vigo, men stóð seg best sum venjari hjá Barcelona, har hann frá 2014-2017 vann spanska meistaraheitið tvær ferðir og Champions League tí einu ferðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder