Annað

Spania og Portugal víðari eftir stórt drama

Marokko argaði Spania, og í 2.hálvleiki í Portugal - Iran vóru VAR, dómarin og Ronaldo í fokus.

Leikarar hjá Iran knústir eftir at liðið gjørdist ov stutt, til at vinna á Portugal og harvið fara víðari
(Mynd: EPA)

Leikarar hjá Iran knústir eftir at liðið gjørdist ov stutt, til at vinna á Portugal og harvið fara víðari (Mynd: EPA)

2018-06-25 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði Spania og Portgual kundu liva við javnleiki í kvøld, og stórfavorittarnir í kvøld gjørdu bæði eisini júst tað. Liðini frá iberisku hálvoynni høvdu sannliga sínar avbjóðingar. Bæði Iran og Marokko stríddust sera væl, og tað gjørdist eitt tungt og dramatiskt kvøld hjá báðum favorittunum  

Portugal hevði gjørt nakrar broytingar í byrjanaruppstillingini. Hóast stóra leikliga yvirvág og eitt støðugt trýst á Iran í byrjanuni, so hevði Portugal trupulleikar við at skapa opnar møguleikar. Iran hevði tørv á at vinna, men lá djúpt og livdi uppá at bróta spælið hjá Portugal, skapa umstillingar og vera vandamikið uppá deyðbóltar.

Portugal fekk hol á beint fyri hálvleik. Høgri kanturin Ricardo Quaresma trekti inn, spældi bandaspæl við Adrien Silva, og sendi so bóltin við høgru uttarsíðu upp í longra hornið av brotsteigarmarkinum. Eitt sera flott mál, og umráðandi fyri Portugal.

Portugal kom væl út til 2.hálvleik, og stórar fimm minuttir inn í 2.hálvleik varð Cristiano Ronaldo koyrdur um koll stutt inni í brotsteiginum. Dòmarin vinkaði fyrst avvísandi, men fekk so boð í oyruni um at hyggja støðuna ígjøgnum. Tað gjørdi hann so, og eftir at at hava sæð støðuna á síðulinjuni, peikaði hann á blettin. Liðformaðurin Ronaldo hevði roynt nøkur ting í 1.hálvleiki, uttan at tað heilt eydnaðist, og tað gjørdi brotssparkið heldur ikki. Brotssparkið var ikki væl skotið, og Beiranvand bjargaði.  

Herfrá gjørdist dysturin sera lívligur og heldur ljótur. Iranar gjørdist meira og meira frustreraðir yvir dømingina og støðuna, og signaleraðu fleiri ferð at VAR skuldi brúkast. Bæði liðini komu við ljótum takklingum og nøkur gul kort vóru givin.

Dómarin var og hugdi eftir video tíggju minuttir fyri tíð, fyri at síggja um Ronaldo skuldi hava reytt kort fyri ein alboga. Dómarin metti tó, at talan var um gult kort. Ein sera kontroversiel døming. Í yvirtíðini var VAR aftur á skránni. Bólturin kom í hondina á Cedric, og dómarin dømd brotsspark. Karim Ansarifard skoraði trygt, og so setti Iran stórt trýst á. Tað var eisini líka við at eydnast, men tað endaði 1-1, til stóran lætta fyri evropameistaran.


Marokko loypti hvøkk á Spania í 12.minutti í Kaliningrad. Norðurafrikanska landið hevði útspælt sín møguleika fyri at koma undan dystinum, men gjørdi tað sera trupult fyri spainiólar í kvøld. Khalid Boutaib legði Marokko á odda, tá stjól bóltin frá Andrés Inesta, og fór rennandi einsamallur ímóti David De Gea. Hann rullaði bóltin ímillum beinini á Manchester United -málverjanum, sum harvið framvegis onga bjarging hevði gjørt í endaspælinum.

Spania skuldi nú reisa seg, og tað gjørdi liðið hjá Fernando Hierro skjótt. Gott spæl á seinasta triðinginum, og so kom Iniesta innum verjuna og til baklinjuna, legði útfrá til Isco, ið trygt setti bóltin í málið til 1-1. Spania setti seg nú av álvara av dystin, men fekk ikki heilt gjørt álopini liðugt.

Tað var javnleikur í hálvleikinum, og hóast Spania søkti meira eftir 2-1 málinum, so hevði Marokko størri møguleikarnar til at skora. Marokko brendi ein fríleypara í 1.hálvleiki, og tíðliga í 2.hálvleiki rakti eitt skot samankomingina á spanska málinum. Tíggju minuttir fyri tíð eydnaðist tað hjá Youssef En Nesyri at leggja Marokko á odda aftur. Talan var um ein drønstútara eftir eitt hornaspark. Men í yvirtíðin skoraði innskifti Iago Aspas elegant eftir innlegg frá Dani Carvajal. Málið varð fyrst dømt sum rangstøða

Í hesum dystinum vóru eisini nógvar ljótar takklingar, ónollir og kort. Spania var ongantíð av álvara í vanda fryi at rúka út, men tað var ikki so makiligt sum vænta. 

Spania vísti veikleikar, men megnaði at fáa ein javnleik, og av tí at Iran javnaði í yvirtíðini eisini, so endar Spania á fyrsta plássinum vegna fleiri skoraði mál. Spania skal møta vertunum Russlandi í áttandapartsfinaluni. Portugal fór ígjøgnum nógv í 2.hálvleiki í dag, og skal nú spæla ímóti Uruguay.

Endaliga støðan í bólki B:
Spania    5  (+1)
Portugal  5 (+1)
Iran        4 ( 0)
Marokko  1 ( -2)


Spania – Marokko 2-2 (1-1)
Iran – Portugal 1-1(0-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder