Hondbóltur

Spania skal stríðast fyri at endurvinna EM - Kroatia stríðist fyri sínum fyrsta gulli í 16 ár

Lagt er upp til eina sera spennadi finalu í Stokkhólmi seinnapartin.

Spania og Kroatia spældu javnleik fyri fýra døgum síðani (Mynd: EPA)

Spania og Kroatia spældu javnleik fyri fýra døgum síðani (Mynd: EPA)

2020-01-26 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey hittust í finaluni í millumumfari 1 í Wien mikudagin. Tá vóru bæði liðini víðari, og tað endaði við 22-22 javnleiki, eftir at Spania tykist at vera á veg ímóti einum tryggum sigri. Nú hittast liðini aftur í sjálvari EM-finaluni  í svenska høvuðsstaðnum.

Kroatia vann á Noreg eftir eina óhugnaliga tætta og dramatiska hálvfinalu, har neyðugt varð við tvífaldari longdari leiktíð, samanlagt 20 minuttum, fyri at finna vinnaran. Tann hálvfinalan varð avgjørd í seinasta sekundi. Tann seinna gjørdist eisini spennandi til endans, tí Spania var nær við at blaka eina trygga leiðslu burtur

Les eisini: Kroatia í finaluni eftir sannan gysara
                 Spania var nær við at blaka eitt trygt finalupláss burtur

Spurningurin er, um kroatar eru ov moyrir til at spæla upp ímóti Spania í dag. Tað kravdi óvanliga nógv fysiskt og mentalt at vinna hendan dystin, men tað kann eisini geva ein eyka sálarligan fyrimun, at liðið hjá Lino Cervar, ið møguliga stendur á odda fyri seinastu ferð í einum endaspæli, fór ígjøgnum so nógv fyri at koma her til. Spurningurin er eisini, hvussu nógv Luka Cindric er mentur at spæla. Frálíki spælskiparin er darvaður av skaða, ið hann fekk í millumumfarinum. Tí hongur meira á Domagoj Duvnjak, ið er kosin til mest virðismikla leikaran í kappingini av EHF. Hann tók veruliga ábyrgd við átta málum í hálvfinaluni og spældi aftur sera væl sum 1'ari í verjuni.

[object Object]

[object Object]
Dunjak og Dusjhebaev verða helst stóru profilarnir í finaluni (Mynd: EPA)

Hjá spaniólum skal Alex Dusjhebaev, besti leikarin í hálvfinaluni móti Slovenia, helst hava líknandi leiklut. Spania hevur eitt sera roynt lið, og teir allarflestu vunnu gull í júst Kroatia, tá EM var seinast. Spanska liðið kann spæla við knúsandi effektiviteti, og er eisini favorittur at vinna finaluna seinnapartin. Tað er talan um tvey lið, ið ikki hava tapt í endaspælinum, og tí verður allarhelst nógv góðska at síggja á Tele2 Arena, ið vanliga er ein fótbóltsleikvøllur. Fyrsta bríksl í finaluni er klokkan 15.30.

Í gjár vann Noreg trygt á Slovenia í dystinum um triðja plássi. Hetta var fyrsta heiðursmerki hjá Noreg í einum EM-endaspæli og harvið eitt lítið plástur á opna sárið eftir stóra vónbrotið fríggjakvøldið. Leikarar og venjarar á báðum liðum vóru sera ónøgdir við, at dysturin varð leiktur minni enn eitt samdøgur eftir hálvfinalurnar. Áhaldandi atfinningarnar móti hondbóltsmynduleikunum um sera tøttu dystarskránna halda harvið fram - bronsudysturin verður vanligt leiktur nakrar tímar áðrenn finaluna. Týskland vann sera tætta dystin um 5. plássið móti Portugal, ið veruliga hevur verið eitt jaligt íkast í endaspælinum. 


EM

Leygardagur 25.01 (í gjár):
Dysturin um 5. plássið
Týskland - Portugal 29-27 (14-13)

Bronsudysturin
Noreg - Slovenia 28-20 (12-9)

Sunnudagur 26.01 (í dag):
Finala
(15.30): Spania - Kroatia 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder