Spania vann í gjárkvøldið 2-1 á italsku evropameistarunum í aðrari hálvfinaluni í Nations League. Hetta var fyrstu ferð í 38 dystum, at Italia tapti ein dyst.
Spania vísti gamla styrki í dystinum, og tað var ungi áleyparin hjá Manchester City, Ferrán Torres, sum skjeyt bæði sponsku málini. Spania skal í finaluni sunnudagin møta antin Belgia ella Fraklandi.
Tað var í september, oktober og november í fjør, at bólkaspælið í Nations League varð spælt. Tá vunnu Føroyar tríggjar dystir og spældi tríggjar javnleikir og vunnu sín bólk í D-liguni, og vunnu harvið rættin at spæla í C-liguni næstu ferð tað verður Nations League.
Teir fýra bólkavinnararnir í A-liguni skulu hesa vikuna avgera, hvør verður Nations League-meistari hesaferð.
Hálvfinalurnar og finalan verða spæld í Italia. Men heimavallafyrimunurin gjørdist ikki nakar fyrimunur, tá Italia og Spania møttust á San Siro leikvøllinum í Milano í gjárkvøldið.
Torres legði Spania á odda eftir 17 minuttir og nakað seinni gjørdust italiumenn bert tíggju mans á vølli, tá Leonardo Bonucci fekk sítt annað gula kort og varð rikin av vølli. Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki, var Torres enn einaferð spældur fríur av Oyrazabal, og so stóð 2-0.
Italia kom aftur í dystin í øðrum hálvleiki, men hetta gav ikki úrslit fyrr enn í 83. minutti, tá Lorenzo Pellegrini minkaði til 1-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Hin hálvfinalan verður spæld á Juventus leikvøllinum í Torino í kvøld.
Finalan verður á San Siro sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald