PDC World Championship fer nú inn í heilt avgerandi tíðarskeiðið. Finalan verður í Alexandra Palace í morgin, mikudagin 3. januar - í kvøld skulu finaluluttakararnir finnast.
Í gjár gjørdi Rob Cross eitt nærum óveruligt "comeback". Onglendingurin var aftanfyri 4-0 í settum móti Chris Dobey. Spælt verður uppí fimm í fjórðingsfinalunum, so mótbrekkan kundi ikki verið tyngri. Heimsmeistarin frá 2018 kom tó av álvara í gongd og vendi øllum á høvdið, tá Dobey ikki fekk "lukkað".
Mótsstøðumaðurin hjá Cross í kvøld er bert 16-ára gamli Luke Littler. Ungdómsheimsmeistarin hevur tikið øll á bóli síðstu vikurnar, og í gjár var hann aftur sannførandi og vann 5-1. Spurningurin er so, um Littler tekur næsta stóra fetið eisini. Spennandi hálvfinalan byrjar klokkan 19.45.
Um hugt verður eftir hevur eitt serstakt í felag við annan landsmannin í hinari hálvfinaluni, sum Norðlýsið eisini hevur víst á. Scott Williams og Luke Littler luttóku í WDF Europe Cup í Spania í 2022. Har umboðaðu teir Ongland og møttu Føroyum í liðkappingini.
Jan MacIntosh vann á Scott Williams í bæði liðkappingini og einstaklingakappingini, og Uni Árting vann á blaðunga Littler. Harvið hava føroyingar vunnið á HM-hálvfinalistum fyri kortum.
Scott Williams kann í kvøld tryggja sær rættin at spæla um steypið og mongu milliónirnar. Tað er óvæntað, at hann er her: Í gjár vann onglendingurin á stórfavorittinum Micheal Van Gerwen, og aftur nú er hann undirtippaður. Høgt styrkismetti Luke Humphries (3) er mótsstøðumaðurin klokkan 21.30.
PDC World Championship hálvfinalur
Í kvøld, 2. januar 2024
19.45: Rob Cross - Luke Littler
21.30: Scott Williams - Luke Humphries
Dystirnir síggjast á TV3 Sport og Viaplay
Úrslitini í fjórðingsfinalunum
Í gjár, 1. januar 2024
Chris Dobey - Rob Cross 4-5
Luke Littler - Brendan Dolan 5-1
Micheal van Gerwen - Scott Williams 3-5
Luke Humphries - Dave Chisnall 5-1
Annað
Spennandi hálvfinalur í Alexandra Palace í kvøld
16-ára gamli Luke Littler skal dystast við Rob Cross, ið hevur eitt HM-heiti. Scott Williams sendi óvæntað van Gerwen út í gjár og hittir Humphries seint í kvøld.
Blaðungi Luke Littler var aftur sannførandi í gjár. Eins og ein annar hávfinalistur, Scott Williams, tapti Littler móti føroyingi í fjør
2024-01-02 14:39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald