Fyri stuttum varð greitt, at Føroyar skulu til EM í vetur. Endaspælið verður í trimum ymiskum londum - Eysturríki, Ungarn og Sveis - og tíðliga hóskvøldið verður greitt hvar og ímóti, hvørjum Føroyum skulu spæla ímóti.
Lutakastið verður í Wien. Har skulu tey 24 londini býtast í seks ymiskar bólkar. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki. Hetta er sama skipan sum hjá monnum.
Føriyar eru í fjórða og niðasta styrkisbólki.
Bólkur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki Niðurlond
Bólkur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis og Eysturríki
Bólkur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Norðurmakedónia, Ísland
Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia
Fram til lutakastið fara vit at koma nærri inn á, hvar bestu møguleikarnir hjá Føroyum liggja, og hvat nakrir spælarar ynskja. Lutakastið byrjar hósdagin 18. apríl klokkan 17.
Mynd: eurohandball.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald