Annað

Sporðdrekin vann grannauppgerðina móti Hamar

Sporðdrekin vann í gjár dystin í Trygd-kappingini móti Hamar.

2018-10-14 10:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sporðdrekin vann í gjár dystin í Trygd-kappingini móti Hamar 60-43 eftir hálvleikstøðuna 32-23.

Hóast munurin gjørdist rættuliga stórur at enda við, so var talan um ein heilt tættan dyst. Hamar kom betur frá byrja og førdu eisini eftir 1. Fjórðing. Sporðdrekin kom nógv betur við í 2. Fjórðingi og vóru á odda í hálvleikinum. Í 3. Fjórðingi vunnu Hamar seg heilt upp á javnleik, men ikki kláraðu teir at halda hesa støðuna. Sporðdrekin fekk ein hvøkk, men kom væl fyri seg og byrjaðu at draga frá Hamar aftur og vunnu at enda við trygt.

Flest stig fingu fyri Sporðdrekan Pól Jakobsen, 20 stig og fyri Hamar Sjúrður Sivertsen, 14 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder