Hondbóltur

Starvsnevndin í Hondbóltssambandinum heldur fram

Hondbóltssambandið hevði aðalfund á Giljanesi leygardagin.

Gunn Ellefsen, forkvinna í starvsnevndini hjá HSF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gunn Ellefsen, forkvinna í starvsnevndini hjá HSF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-06 21:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Starvsnevndin í Hondbóltssambandinum heldur fram.

Tað er greitt, eftir at Hondbóltssambandið hevði aðalfund leygardagin.

Aðalfundurin var hildin í Skúlanum á Giljanesi í samstarvi við SÍF/Søljuna, sum er heimahoyrandi har.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Gunn Ellefsen, forkvinna, Durita Thomsen, nevndarlimur og varalimirnir Birgir Kass og Høgni Vilhelmsen, og tey vóru øll afturvald, skrivar Hondbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Sitandi starvsnevnd telur sostatt hesar limir:
Gunn Ellefsen, forkvinna
Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Durita Thomsen, nevndarlimur
Heini Ellingsgaard, nevndarlimur
Kristian Østergaard, nevndarlimur
Birgir Kass, varalimur
Høgni Vilhelmsen, varalimur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder