Í 2021 tók StÍF tey flestu í føroyska hondbóltsheiminum á bóli, tá liðið vann FM. Hetta var fyrsta føroyameistaraheitið hjá kvinnuliði felagsins, og nakað nærum gandakent var yvir tí tíðini við Skálafjørðin fyri trimum árum síðani.
Tá vann StÍF á Neistanum í finalurøðini, og í dag hevði StÍF møguleika at tryggja sær eitt nýtt finalupláss við at vinna júst á Neistanum. Sigurin nú mikukvøldið í fyrstu hálvfinaluni gjørdi, at tað var dystarbóltur á Hálsi í dag, og honum loftaði StÍF.
Neistin var betri í 1. hálvleiki
Fyrstu løtuna bendi ikki nógv á, at hetta fór at verða dagurin hjá StÍF. Lítið riggaði - serliga við bóltinum - og Neistin var omaná á so at siga øllum økjum. Verjan var stinn, og álopsspælið gekk skjótt. Anna Sigrunardóttir Mikkelsen spældi ógvuliga væl í bakketuni í 1. hálvleiki, og heimaliðið hevði eina leiðslu á 3-4 mál so at siga allan vegin.
Leikferðin var ógvuliga høg partar av hálvleikinum, og tað hevði við sær fleiri tekniskar villur hjá báðum. Neistin hevði nakrar møguleikar at økja meira um leiðsluna, men tók ikki av, og hjá StÍF hjálpti tað, at man fekk gongd á fyrstu bylgjuna/skjótálop. Tað hevði heimaliðið tikið burtur fyrsta partin. Annars brendi StÍF ov illa - Yui Shibuya átti nakrar góðar bjargingar.
Bjørk Joensen roynir at verja fyri Báru Berg, ið hevði nógvar góðar atgerðir. Bjørk gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við seks málum (Mynd: Sverri Egholm)
Eldur í Natasju - alt vendist
Støðan í steðginum var 16-13, og tað sigur so mikið, at Neistin ikki hevði trupulleikar við at gera mál í 1. hálvleiki. Tað eydnaðist millum annað fleiri ferðir væl at koma ígjøgnum á uttaru síðu. Momoko Debes fekk ikki ordliga fatur á í málinum, men sum fyri hálvleikur leið fekk StÍF-verjan betri tamarhald á, og armurin var uppi fleiri ferðir - tó at til dømis Bjørk Franksdóttir Joensen tvær ferðir fekk loyst tað væl við góðum skotum.
Tað gingu tó heili tíggju minuttir eftir steðgin, til Neistin fekk sítt fyrsta mál. Einki eydnaðist, StÍF vann allar nærdystirnar í verjuni, og fyritreytirnar hjá Momoko vóru góðar. Samstundis koyrdi álopið bara, har Natasja Hammer var framúrskarandi, og eftir 40 minuttir var +3 til StÍF.
Harvið vent við seks málum uppá 10 minuttir, og fyrsta korterið eftir steðgin vann StÍF 10-2. Í samband við bæði hesi málini hjá Neistanum skoraði StÍF innanfyri nøkur fá sekund, og tað eydnaðist ikki at fáa tamarhald á skjótu og effektivu fyrstu bylgjuna hjá StÍF ella á Natasju, sum skoraði 12 mál og klárt var dagsins spælari. Hetta hóast pápi hennara, høvuðsvenjari Neistans, royndi við millum annað mansverju.
Natasja Hammer við atsókn - hon var ógvuliga eyðsýnd í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Momoko Debes (fyrr Nakamura) var ein lykil í FM-heitinum hjá StÍF í 2021. Japanski málverjin hevði fleiri stórar bjargingar eftir steðgin og var við til at syrgja fyri, at tað ikki gjørdist heilt spennandi út á 2. hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)
Finnur Hansson gav boð um 7 ímóti 6 spæl, og tað fekk nakað av spenningi í, men Neistin kom ikki nærri enn minus 2 mál aftur. Tær allarflestu hjá Neistanum liggja um 20 ár, missurin av skøddu Mariu Pálsdóttir Nólsoy sást aftur, og átta mál í einum hálvleiki eru ikki nóg mikið, um ein vil í FM-finalurnar.
Tað skal StÍF, og tað kundu allir teir larmandi áskoðarnir, ið vóru komnir við ígjøgnum tunnilin fegnast um. Stranda Ítróttarfelag hevur satsað eitt sindur á kvinnusíðuni: Tveir japanskir spælarar og tveir danskir spælarar eru í hópinum, og Natasja Hammer er landsliðsspælarii, sum kom beinleiðis úr bestu íslendsku deildini.
Í næstu viku skal hon í gongd við at spæla FM-finalur móti sínum gamla felagi, Kyndli. Tær grønu úr Havn vunnu í dag við heili tíggju málum á VÍF og eru favorittar í finalurøðini.
Seinnu FM-hálvfinalurnar
Í dag, leygardagin 21.04 í Høllini á Hálsi
Neistin - StÍF 24-29 (16-13)
Toppskjúttar: Natasja Hammer 12 mál, Bjørk Franksdóttir Joensen 6 mál
Sí dómaraseðil og dystargongd her
Myndir: Neistin - StÍF
Kyndil - VÍF 36-26 (17-11)
Sí dómaraseðil og dystargongd her
Myndir: Kyndil - KÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald