Hondbóltur

StÍF styrkir um hópin

Josefine Dyring spælir hetta kappingarárið við strandakvinnum.

Egi Gothard Danelsen, formaður í StÍF, og Josefine Dyring

Egi Gothard Danelsen, formaður í StÍF, og Josefine Dyring

2024-08-18 19:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur styrkt seg. Talan er um 20 ára gamla vinstra bakspælaran og playmakaran, Josefine Dyring, sum kemur úr Stoholm í Danmark.

Í sínum ungdómsárum spældi hon hondbólt í heimstaðnum Stoholm. Tá hon gjørdist eitt sindur eldri, fór hon til Holstebro at spæla, har hon eisini fekk lokið miðnámsprógv. Eftir hetta spældi hon í Skive fH, og nú sær hon fram til at spæla í Føroyum hjá okkum í StÍF, sigur felagið.

StÍF var í fjør væl við, og spældi seg í FM-finalurnar móti Kyndli. Talan bleiv tó um trý tap og harvið fingu strandakvinnur silvur.

Landskappingin byrjar aftur 7. september. StÍF spælir 8. september, tá Stjørnan er á vitjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder