Hon hevur verið ein profilur í føroyskum kvinnuhondbólti leingi. Seinastu átta árini hevur hon spælt við barndómsfelagnum VÍF, har høgi bakspælarin og sterki verjuleikarin millum annað var ein lykil til greipuna í 2018.
Durita Christophersen Jojic fekk tó sítt gjøgnumbrot í Stjørnuni. Har spældi hon frá 2005 til og við 2013 - millum annað meðan Durita gekk í skúla í Klaksvík. Felagið úr Klaksvík vann fleiri føroyameistaraheitið og steypakappingar í seinnu hálvu av 00'unum og tey allarfyrstu árini í 2010'unum, og tað var nú 35-ára gamla Durita Christophersen Jojic við til í fleiri førum.
Í kvøld hevur Stjørnan óvæntað tíðindi á sínari Facebook-síðu: Felagið bjóðar Duitu vælafturkomna í felagið
- Tað er við gleði, at vit kunnu boða frá, at Durita Christophersen Jojic verður aftur at síggja í reyðu Stjørnu-blusuni komandi kappingarár. Vit gleða okkum til samstarvið og bjóða henni vælkomna til felagið og góða eydnu
Durita C. Jojic - aftur í reyðum í KÍ-høllini (Mynd: Stjørnan)
VÍF hevði ikki nakað gott kappingarár í 2020/2021, meðan Stjørnan endaði aftast og hevur brúkt seinastu árini uppá at byggja upp. Nú kemur ein profilur í deildini og ein landsliðsleikari at hjálpa felagnum í Klaksvík, ið millum annað veruliga hevur mangla ein láman leikara.
Hví hevur Durita valt at spæla við Stjørnuni í 2021/2022?
- Eg haldi, man kann siga, at tað fer eitt ættarliðskifti fram í VÍF, og tað ger, at eg havi hug til okkurt annað. Eg byrjaði mína tíð í bestu hondbóltsdeildini í Stjørnuni og kenni meg væl har. Stjørnan ætlar sær at røkka langt í ár, og tað samsvarar við mítt mál, sigur Durita Christophersen Jojic við Portalin.
Russiski bakspælarin Julia Nalivko, ið veruliga gjørdi mun í fjør, heldur fram í felagnum. Stjørnan hevur eisini gjørt sáttmála við grønlendskan landsliðsmálverja til komandi kappingarár, og sum skilst er møguligt, at onkur nýggjur leikari kemur afturat.
Hondbóltur
Stjørnan fær stóran styrk til komandi kappingarár
- Stjørnan ætlar at røkka langt í ár, og tað samsvarar við míni mál, sigur Durita Christophersen Jojic, ið júst hevur verið við til at spælt Føroyar víðari til EM-undankappingina, við Portalin. Hon vendir nú aftur til Klaksvíkar at spæla.
Durita Christophersen Jojic, her í steypafinalu fyri VÍF. Nú skiftir høgri bakkurin til Stjørnuna aftur (Mynd: Sverri Egholm)
2021-06-16 21:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald