Í gjár vann KÍ 3-0 á B68, og fríggjakvøldið vann HB 2-1 á EB/Streymi í Gundadali. Í dag eru tríggir dystir í 6. umfari í Betrideildini á skránni.
6. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 21. apríl
15.00:
Víkingur - B36
07 Vestur - Skála
17.00:
ÍF - NSÍ
Í gjár, leygardagin 20. apríl
KÍ - B68 3-0 (2-0)
38' Páll Andrasson Klettskarð (Dan í Soylu) 1-0
45 (+3)' Páll Andrasson Klettskarð (Issah Ahmed Latif) 2-0
56' Pætur Petersen (Jóannes Kalsø Danielsen) 3-0
Les eisini: Trý mál og trý stig til KÍ
Fríggjadagin 19. apríl
HB - EB/Streymur 2-1 (0-0)
59' Filip Djordjevic (br.) 0-1
66' Áki Samuelsen (br.) 1-1
82' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 2-1
Les eisini: Áki tryggjaði HB trý stig
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 15 stig
2. HB 15 stig*
3. KÍ 12 stig*
4. B36 10 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig*
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig*
10. ÍF 0 stig
*Ein dyst fleiri
Tann mest spennandi á pappírinum er tann í Sarpugerði. Víkingur hevur ult stigatal í ár, 18 sigrar á rað í Betrideildini og tekur nú ímóti B36, sum al álvaravil bjóða av í meistarastríðnum. Ætlanirnar hjá Dan Brimsvík og liðnum hava tó fingið eitt skot fyri bógvin seinastu tvær vikurnar við javnleiki á heimavølli móti 07 Vestur - í yvirtali - og tapi í Runavík.
Tað er eitt ógvuliga torført stað at finna á vinnaraslóðina aftur. Einki útilið hevur vunnið eftir 90 minuttir í Sarpugerði, síðani júst B36 gjørdi tað í 1. umfari í fjør. B36 vann tveir teir fyrstu dystirnar móti Víkingi í fjør, men tapti so tann í oktober í stórum stíli: Tað endaði 6-0 seinast liðini spældu í Sarpugerði - hesaferð hevur B36 ikki ráð til at tapa.
Poul Kallsberg kom veruliga í gongd móti endanum í fjør, og ungi strandingurin er byrjaður 2024 ógvuliga væl eisini. Her hevur vongurin skorað í 6-0 sigurinum á B36 í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
B36 hevur saknað liðskiparan Jann Benjaminsen seinastu dystirnar. Geza Turi er snúingslykil á sentrala miðvøllinum hjá Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Skála hevur spælt tríggjar dystir á rað móti topp-fýra liðum - tveir av teimum hava verið tættir - og fer nú til Sørvágs at jagstra stig. 07 Vestur er tó í góðari gongd og við sigri í dag kemur liðið hjá Steffen Landro inn í topp-fýra aftur.
Klokkan 17 er seinasti dysturin í umfarinum, tá einasta liðið í deildini uttan stig tekur ímóti NSÍ, sum vil bjóða av um stuttligu plássini. ÍF er uttan venjara í løtuni. Felagið støðgaði samstarvinum við Bartal Eliasen og Aleksandar Jovevic í vikuni eftir fimm dystir við málúrttøkuni 1-24.
Til ber at fylgja gongdini í dystinum á forsíðu okkara. Vit taka eisini samanum út ímóti kvøldi og hava serliga eyguni á Víking - B36. Har kemur ein livebloggur til tann dystin, og myndamaður verður á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald