Frálíka frísparksmálið hjá Olafi Bárðarssyni á Tórsvølli syrgdi fyri, at Víkingur kann spæla seg víðari, um liðið í kvøld í kvøld fær javnleik - ella vinnur - í Gibraltar.
Byrjað verður klokkan 17 lokala tíð á eyðkenda Victoria Stadium, ið er einasti góðkendi leikvøllurin í Gibraltar. Tað verða áleið 25 hitastig, tá dómarin bríkslar í gongd.
Bolt.fo skrivar í dag, at Víkingur hevur vunnið seg víðari fýra ferðir áður í evropeiskum høpi. Seinast var í Champions League í 2017 við tveimum sigrum á Trepca 89 úr Kosovo.
Fótbóltsmiðilin skrivar eisini, at dysturin verður vístur á stórskíggja í ovaru hædd í Víkingahúsinum í Sarpugerði.
Harvið kunnu spent fólk úr Eysturkommunu savnast í Víkingahúsinum, tá lið teirra skal royna at vinna seg víðari til 2. umfar í Conference League.
Dysturin byrjar kl. 16.00. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Telvarpið vísir dystin
Fótbóltur
Stórskíggi í Sarpugerði
Avgerandi Conference League-dysturin millum Víking og Europa FC á Gibraltar byrjar klokkan 16. Hann kann eisini síggjast í ovaru hædd í Víkingahúsinum, sambært bolt.fo. Televarpið vísir dystin.
Olaf Bárðarson skoraði einsamalla málið, tá Víkingur og Europa FC spældu á Torsvølli í síðstu viku (Mynd: Bjarni Enghamar)
2022-07-14 13:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald