Fótbóltur

Stórskíggi í Varpinum og í Sarpugerði

Dystirnir hjá KÍ og Víkingi kunnu eisini stroymast fyri eitt gjald: Tann hjá KÍ sæst í KÍ-varpinum og tann hjá Víkingi á solidsport.com. FM1 sigur frá beinleiðis úr Belfast.

Víkinga-fjepparar hyggja eftir Champions League-útidysti fyrr í summar á stórskíggja í Syðrugøtu (Mynd: Sverri Egholm)

Víkinga-fjepparar hyggja eftir Champions League-útidysti fyrr í summar á stórskíggja í Syðrugøtu (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-14 09:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skulu KÍ og Víkingur royna at halda uppá evropeiskar leiðslur á útivølli og spæla seg í play-off umfarið í Conference League.

Tað vera nógv føroysk eygu á dystunum í Norðurírlandi og Ungarn - hvítarussiska mótstøðuliðið hjá KÍ noyðist at spæla sínar útidystir uttanfyri heimlandið uttan áskoðarar til dystin.

Sí eisini: Hvítarussiskur heimavøllur í ungarska hitanum hóskvøldið

[object Object]
Tað vera sum so ikki áskoðarar til dystin hjá KÍ í Szeged í kvøld. Hetta er vegna reglugerð hjá UEFA móti liðum úr Belarus (Mynd: Sverri Egholm)

Har eru nakrir áskoðarar, sum vera sum VIP'arir hjá KÍ. Í Belfast vera eini 50 Víkinga-fjepparar.

Sí video úr Belfast: 
Barndómsvinir á ferð við Víkingi
Ommurnar eru spentar

Tað verða eisini nógv, sum spent fara at fylgja við í kvøld - serliga í Norðuroyggjum og í Eysturkommunu. Tey hava eisini góðar møguleikar at síggja dystirnar.

Skipað verður fyri stórskíggja í Varpinum í Klaksvík og í Víkinga-húsinum.

Neyðugt er at keypa atgongd til tiltakið í Varpinum í Klaksvík, har Neman Grodno-KÍ verður vístur. Tað er Varpið, ið skipar fyri.

Í Norðagøtu bjóða Víkingur og Eysturkommuna til dyst í Sarpugerði.

- Í samband við Conference League dystin hjá Víkingi hósdagin, skipa Víkingur og Eysturkommuna fyri, at dysturin verður vístur á stórskýggja uttanfyri í Sarpugerði. Kaffi og kaka verður at fáa frá kl 19.15 og dysturin sjálvur byrjar klokkan 19.45.

Dystirnir kunnu eisini stroymast fyri eitt gjald gjøgnum Solidsport/KÍ-Varpið. Leinkjur síggjast niðanfyri.

Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august

19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn)
Stroyming: KÍ-Varpið

19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur 1-2
Stroyming: solidsport.com

Talan er um føroyskar tíðir

FM1 er á staðnum í Belfast og sigur frá beinleiðis. Byrjað verður klokkan 19.40 - Rúni á Reynatrøð er frásøgumaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder