Sunnudagin verður flogbóltsárið servað í gongd, tá árligu stórsteypadystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn.
Talan er um afturvendandi vælgerandi tiltak, har meistararnir fyri ávikavist kvinnur og menn leika ímóti steypavinnarunum. Um meistarin og steypavinnarin er sama liðið, verður leikt ímóti nr. 2 í landskappingini.
Sunnudagin 24. september leika meistararnir og steypavinnararnir fyri kvinnur, SÍ, ímóti nr. 2 í landskappingini, Fleyr. Hjá monnunum eru tað meistararnir og steypavinnararnir, Mjølnir, sum leika ímóti nr. 2 í landskappingini, Fleyr.
Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl. 15, og dysturin hjá monnunum byrjar kl. 17. Vinnandi liðið fær ferðasteyp, latið av FBF.
Í ár er tað Fleyr, ið skipar fyri dystunum, og fyriskiparin hevur gjørt av, at øll inntøkan frá hesum báðum dystunum fer til Títt Rúm hjá Blá Krossi. Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra.
Sunnudagin 24. september:
Kvinnur kl. 15:00: SÍ - Fleyr
Menn kl. 17:00: Mjølnir - Fleyr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald