Í gjár kunngjørdi FSF, at stórsteypadystirnir, ið skuldu verða leiktir í dag, vóru útsettir vegna veður.
Tað er eisini ringt veður í dag, og forsøgnin til í morgin sær ikki gott út. Tí er almenna startskotið til kappingarárið aftur útsett. Heimasíðan hjá FSF skrivar í kvøld, at avgerð er tikin um, at dysturin hjá monnum skal spælast týskvøldið 3. mars, meðan kvinnurnar spæla leygardagin 14. mars. Tað verður neyvan fótbóltsveður á Tórsvølli í morgin, og tí hava Fótbóltssamband Føroya og Lions Club avgjørt, at útseta enn einaferð.
Í báðum førum eru tað KÍ og HB, ið besta saman. Klaksvíkingar vunnu føroyameistaraheitið hjá bæði kvinnum og monnum í 2019, meðan HB vann kappingina um Løgmanssteypið og eisini steypakappingina hjá kvinnum.
Innkomni peningurin frá atgongumerkjasøluni til stórsteypadystirnar verður á hvørjum ári latin til okkurt vælgerandi endamál, og í ár fara pengarnir til Felagið fyri lesi- og skriviveik.
Stórsteypadystirnir 2020 - nýggjar dagfestingar:
Menn:
Týskvøldið 3. mars klokkan 19:00,
Kvinnur:
Leygardagin 14. mars klokkan 16:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald