Fult umfar í Betrideildini hjá monnum er aftur á skránni í kvøld. Talan er um tað, sum eitur 2. umfar - tað fyrra av umfarinum frá mars sum varð útsett vegna veður.
Fyrsti dysturin byrjar longu klokkan 16.30. HB-hópurin er farin um Suðuroyarfjørð og skal byggja á góðu úrslitini í Gundadali í fyrstu umførinum. Sunnudagin gekk tað útyvir AB, ið HB til tíðir spældi av vøllinum. Í kvøld skal AB stríðast móti hinum oddaliðnum KÍ. Eins og TB, so fer tað at snúgva seg um at avmarka og at fáa jalig ting at taka við sær. Hóast heimavøll fyri fyrstu ferð í á hjá bæði AB og TB so kunnu stig ikki væntast móti liðunum, ið stríðast um oddasessin.
HB var fullkomiliga omaná tað mesta av dystinum móti AB. Nú eru Mattias Pæst Nielsen og hinir HB'arnir í Suðuroynni - Nicklas Mehl skal í dag royna at verja fyri KÍ saman við liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)
EB/Streymur skal stríðast fyri stigunum í Fuglafirði Mynd: (Sverri Egholm)
Uppflytarin ÍF hevur megnað at vunnið á AB og verið væl við allan vegin í dystunum móti 07 Vestur (úti) og Víkingi. Í kvøld er tað EB/Streymur, ið vitjar í Fløtugerði, og lagt er upp til ein tættan dyst. Liðið hjá Sigfríði Clementsen kann í kvøld av álvara vinna seg upp millum tey ovaru liðini, tí EB/Streymur hevur longu tveir sigrar. Liðformaðurin hjá ÍF væntar, at lið hansara bert fer at gerst betri gjøgnum kappingina.
Víkingur megnaði við bit og slit at fáa trý stig við úr Fuglafirði leygardagin. Hetta var fyrsti dystur uttan Gunnar Vatnhamar, og Víkingur skal í eina tíð eisini klára seg uttan skadda høgra bakkin Ari Olsen. Leygardagin eydnaðist tað væl við unga Signari á Brúnni á høgra bakki, og Arnbjørn Svensson sum miðverja. Nú skal Víkingur herja á aftur. B68 beit frá sær í løtum móti B36 seinast, og í kvøld spælir liðið hjá Jákupi á Borg fyri fyrstu ferð í ár á Svangaskarði. Hóast talan er um enn eina heilt torføra uppgávu, so skulu fleiri stig skjótt á kontuna.
B68 skal royna at vísa, at mann kann bjóða av - B36 skal aftur hava trý stig á heimavølli í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini samrøður:
Gunnar: -Hevði ikki væntað tað nú - kundi ikki siga nei til hetta
Atli G eftir sigurin í Fulgafirði: - Akkurat sum ein grannauppgerð skal vera - skulu vísa "politikkin" í verki
Jákup á Borg: - Mangla tað síðsta fyri at leggja ordiligt trýst á B36
Bjarki N: - Hava ein breiðan hóp
B36 hevur enn eitt lið á vitjan, sum kann arga, um tað fær tingini at hanga saman á degnum. Uros Stojanov, Jóhann Hansson Joensen og Magnus Holm Jacobsen hava allir eina fortíð í Gundadali, og í kvøld er tað við 07 Vestur, at teir skulu royna at fáa stig har. Bæði í fjør og í 2021 argaði 07 Vestur B36, men góðskan og breiddin á liðnum hjá Dan Brimsvík kunnu gerast avgerandi.
Dystirnir í Fløtugerð, á Toftum og í høvuðsstaðnum byrja allir klokkan 18. Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara. Har hevur Portalurin samstarv við dystir.fo. Vit hava eisini ymiskt tilfar frá dystunum í kvøld. Allir dystirnir kunnu síggjast í Televarpinum.
2. umfar, 12.apríl - umfar nummar fýra | |||||
TB | – | HB | |||
AB | – | KÍ | |||
ÍF | – | EB/Streymur | |||
B36 | – | 07 Vestur | |||
B68 | – | Víkingur |
Støðan í Betrideildini eftir trý umfør
1. KÍ 9 stig
2. HB 9 stig
3. Víkingur 6 stig
4. B36 6 stig
5. EB/Streymur 6 stig
6. 07 Vestur 4 stig
7. ÍF 3 stig
8. B68 1 stig
9. AB 0 stig
10. TB 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald