Í kvøld spælir føroyska manslandsliðið sín seinasta kappingardyst í einum søguliga flottum ári.
Tólv stig eru komin til høldar í undankappingini til HM 2026, og fáa Føroyar óvæntað stig í truplastu uppgávuni higartil, so ber framvegis til at koma til endaspælið. Tó at hjálpin skal koma frá Gibraltar.
Hoyr samrøðu við Eyðun Klakstein her
Myndir: Seinasta venjingin undan dystinum móti Kroatia
Les eisini: Stuttligt at spæla móti stórum stjørnum sum Modric
FM1 og Portalurin eru á staðnum í Rijeka, og klokkan 19.45 fer Rúni á Reynatrøð at siga beinleiðis frá á FM1.
Áðrenn tað verður eisini nógv at hoyra um fótbólt á FM1:
Klokkan 16.00: Trygvi Absalonsen reikar fyri Fótbóltsskýlinum, har hann saman við Áka Johansen og Ronnie Thomassen hyggur aftur á farna kappingarár. Øll liðini verða viðgjørd, eins og viðurskifti rundan um - millum annað um Ársins leikarar.
Yvirlit: Hesi vórðu heiðraði síðsta vikuskifti
![]()
Beinleiðis sending á FM1 klokkan 16
Tíðindini byrja klokkan 17 og eftir tey (umleið klokkan 17.15) byrjar upptakt úr Kroatia. Rúni á Reynatrøð hevur millum annað Trónd Arge við, har hugt verður uppá landsliðið undan stóru uppgávuni.
Komið verður síðani í uppaftur betri landliðshýr við tónleiki. Nakað eftir tíðindini klokkan 18.30 verður sent niður til Rúna á Reynatrøð, sum hevur liðið klárt tá. Síðani verða millum annað samrøður, sum eru gjørdar úr landsliðsleguni í Kroatia, at hoyra áðrenn fyrsta bríksl klokkan 19.45.
Eftir dystin (endar stutt eftir klokkan 21.30) verða samanumtøkur, myndir og samrøður á Portalinum, umframt beinleiðis á FM1.
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar: Kjansurin er har, og vit trúgva uppá tað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald