Fótbóltur

Stórt steypavikuskifti á skránni

Fríggjadagin spælir U21, meðan finalurnar hjá U13, U15 og U17 við dreingjum, og U13 og U16 við gentum verða leygardagin. B36 verður best umboðað á Tórsvølli við fimm liðum.

B36 er best umboðað í ársins steypafinalunum hjá teimum yngru: Felagið, sum millum annað hevur U13- og U15-steypini hjá dreingjumn í løtuni, er í heili fimm finalum (Mynd: FSF)

B36 er best umboðað í ársins steypafinalunum hjá teimum yngru: Felagið, sum millum annað hevur U13- og U15-steypini hjá dreingjumn í løtuni, er í heili fimm finalum (Mynd: FSF)

2025-09-11 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Fríggjadagin 12. og leygardagin 13. septembur verður nógvur steypafótbóltur at síggja á Tórsvølli. Hesar dagarnar er stóra steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum á skránni.

B36 er best umboðað í ársins steypafinalunum hjá teimum yngru. Árstalsfelagið er umboðað í fimm av teimum í alt seks finalunum, sum skulu spælast. Víkingur er í trimum, meðan AB, FC Hoyvík, Skála og 07 Vestur eru í einari finalu.

Sí eisini: B36 er í fimm av seks ungdómsfinalum

Lagt verður fyri fríggjakvøldið klokkan 19:00, tá AB og B36 bresta saman í finaluni í steypakappingini hjá U21, og síðani verður hildið fram leygardagin, tá hinar fimm finalurnar eru á skránni.

Fríggjadagin 12. sept.
Kl. 19:00 AB – B36 (U21)

Leygardagin 13. sept.
Kl. 10:00 Víkingur – B36 (U13 dreingir)
Kl. 11:30 07 Vestur – B36 (U13 gentur)
Kl. 13:00 Víkingur – B36 (U15 dreingir)
Kl. 16:00 FC Hoyvík – Skála (U16 gentur)
Kl. 19:00 B36 – Víkingur (U17 dreingir)

Atgongumerki til steypafinaluvikuskiftið – báðir dagar íroknaðir – fáast til keyps við dyrnar. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung (0-16 ár).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder