Hópurin hjá U21-landsliðnum til dystirnar móti Norðurmakedónia hittist í høvuðsstaðnum í gjár. Fyrsta venjingin varð avgreidd á Tórsvølli, og aftur í dag hevur liðið hjá Sámal Erik Hentze vant á vøllinum.
A-landsliðsleikarin Brandur Hendriksson og hjálparvenjarin hjá Bagga, Atli Gregersen, luttóku eisini í venjingini í gjárkvøldið (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Í morgin klokkan 17 venur U21-landsliðið í Klaksvík, har dysturin verður leiktur hósdagin. Tá verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tí síðani Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landslið, hevur liðið spælt sínar heimadystir í Tórshavn ella á Toftum.
Hósdagin verður heimavøllurin so í Klaksvík, og hóast dysturin liggur eitt heldur keðiligt tíðspunkt - avspark er klokkan 14 - so var næstan útselt til langsíðurnar á middegi í gjár. Hetta skrivaði Norðlýsið í gjár, ið leggur afturat, at tá útselt er til tey bæði skýlini, so verður selt til nýggju áskoðaraplássini aftanfyri eystara málið.
Djúpumýra varð í summar til reiðar at hýsa evropeiskum og altjóða dystum við áskoðarum (Mynd: Sverri Egholm)
Børge Petersen og Noah Mneney til venjing í gjár. Báðir eru byrjaðir inni í øllum dystunum í hesari undankappingini - Børge er annar av klaksvíkingunum í hópinum (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Harvið kann væntast, at tað vera upp ímóti 1.000 áskoðarum til Føroyar - Norðurmakedónia, og áðrenn dystin verður eisini tiltak við ‘’Gamla skýlið’’. Í tíðindaskrivi í dag verður boðað frá, at Bláa Bylgjan saman við FSF skipa fyri upphiting
- Frá klokkan 12.00 verður bjóðað franskar hot-dog og sunkist ókeypis við Gamla skýlið’’ í Klaksvík. Andlitsmáling og tónleikur verður eisini. Umboð frá Bláu Bylgju fara at grilla og seta rættan fótbóltsdám á dagin. Ynskiligt er, at fólk eru í hvítum og eini góð ráð, tá fótbóltur er í Føroyum í oktober, eru at vera væl ílatin.
Atgongumerki til dystin kunnu keypast HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald