Fótbóltur

Stórur áhugi hevur verið fyri Kjartani

- Eg valdi at halda fram í Stavanger, tí vit nú endiliga fluttu upp ì bestu deildina, sigur strandingurin við Portalin.

Fleiri feløg - serliga í Skandinavia hava verið eftir Kjartani Johansen seinastu tíðina. Hann hevur víst seg fram í Stavanger og á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri feløg - serliga í Skandinavia hava verið eftir Kjartani Johansen seinastu tíðina. Hann hevur víst seg fram í Stavanger og á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-11 10:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku longdi strikuleikarin og liðformaðurin og í gjár gjørdist endaliga greitt, at 24-ára gamli strandingurin Kjartan Johansen heldur fram í Viking Stavanger, sum komandi ár fer at spæla í bestu norsku deildini.

Les eisini: Váttað: Kjartan heldur fram í Stavanger

Hetta var als ikki óvæntað eftir uppflytingina í vetur, men Kjartan vantaði ikki møguleikar: 

- Kjartan Johansen er eitt navn, ið fleiri feløg hava lagt merki til eftir góð avrik - bæði hjá okkum og á føroyska landsliðnum. Tað er langt síðani, at Viking hevur havt ein leikara, sum so nógv feløg hava tráað eftir á marknaðinum, og tað hevur verið áhugi frá nógvum londum. Tá okkara mótsstøðulið gera sína videoanalysu, er Kjartan heilt víst leikarin, ið tey eru mest til reiðar uppá. 

Hetta skrivaði Viking Stavanger um sín toppskjútta í gjár. Kjartan skoraði 169 mál í næstbestu norsku deildini í fjør, og nøkur lið úr fremstu deildunum í serliga Skandinavia hava liðið framvið: 

- Eg kann ikki siga ítøkiligt, júst hvørji feløg hava víst áhuga, men tað hevur fyri tað mesta verið lið í Skandinavia - nøkur sum spæla í bestu deildini í sínum landi og nøkur úr næstbestu deildunum

[object Object]
268 mál seinastu tvey árini í næstbestu norsku deildini og nógv sera góð avrik við landsliðnum hava vakt ans  

Hetta sigur landsliðsleikarin í viðmerking til Portalin. Strandingurin greiðir soleiðis frá avgerðini um at spæla í Stavanger aftur í 2020/2011:

- Eg valdi at halda fram í Stavanger, tí vit nú endiliga fluttu upp ì bestu deildina, og eg vil gjarna sleppa at spæla eitt ár við viking í bestu deildini. 

Kjartan hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at Joar Gjerde hevur havt stóra jaliga ávirkan á hansara menning, men venjarin kunngjørdi fyri stuttum, at hann ikki heldur fram í felagnum. Av Scott Harrington, ið er kendur í føroyska hondbóltssumhvørvinum, tók yvir, spældi sín leiklut í avgerðini:

-  Tá eg so fekk at vita, at Scott skuldi verða venjari, bleiv enn lættari at siga ja

Les eisini: Scott Harrington skal verða venjari hjá Viking Stavanger

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder