FM-finalurøðirnar hjá kvinnum og monnum eru á ymiskum støðum. Í morgin umskarast tær eitt sindur: Finala nummar fýra í Burn-deildini og finala nummar tvey í SMS-deildini eru á skránni, og finalurnar liggja soleiðis, at tað ber væl til at fylgja báðum væl.
FM-finalur mikudagin 1. mai
SMS-deildin:
18.00: StÍF (0) - Kyndil (1)
Burn-deildin:
20.00: KÍF (1) - H71 (2)
Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari.
Tað kann henda, at báðar finalurøðirnar verða avgjørdar leygardagin. Hetta verður veruleiki, um Kyndil vinnur í morgin og aftur í triðju finaluni leygardagin, og um KÍF knógvar H71 og javnar til 2-2 í finalum: Í so fall verður fimta og avgerandi mansfinalan í Hoyvík leygardagin.
H71 vil sjálvandi gjarna avgerða tað í morgin, og StÍF skal royna at gera gullstríðið í SMS-deildini spennandi.
Kyndil vann risasigur í fyrstu FM-finaluni, sum var á Hálsi leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
Portalurin verður til staðar til báðar FM-finalurnar í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald