Í dag spæla føroysku A-landsliðini í flogbólti sínar seinastu heimadystir í hesari Silver League kappingini. Fyrst taka kvinnurnar móti Portugal, og síðani skulu menninir royna seg móti Lettlandi í høllini á Hálsi. Fyrri dysturin byrjar klokkan 16, og tann seinni fer í gongd klokkan 19.
Kvinnurnar gjørdu bart mikukvøldið, tá tær eftir ógvuliga spennandi dyst móti Georgia vunnu 3-1. Nú er tað Portugal, sum er styrkismett ovast í bólkinum, ið vitjar. Portugal vann í vikuni 3-1 á Montenegro. Tað var Montenegro, sum vann greitt í Føroyum fyri einari viku síðani, so talan verður um stóra uppgávu hjá føroysku kvinnunum í dag.
Hetta er seinasti heimadystur hjá kvinnunum í kappingini. Miðskeiðis í mánaðinum skulu tær spæla á útivølli móti øllum hinum trimum liðunum í bólkinum.
Mótstøðuliðini hjá monnum eru eisini styrkismett ovast í bólkinum. Lettland verður ein stórur biti at svølgja og vann millum annað tveir dystir í EM-undankappingini í fjør. Menninir taptu báðar dystirnir móti Kýpros í vikuni. Teir hava nú tveir dystir eftir móti lettum í Silver League.
Portalurin verður á staðnum í høllini á Hálsi við myndatólinum. Televarpið vísir báðar dystirnar á Rás1/tv.fo.
Silver League í høllini á Hálsi
Í dag, sunnudagin 04.06
16.00: Føroyar - Portugal (Kvinnur)
19.00: Føroyar - Lettland (Menn)
Kunning frá FBF:
Tey, sum ætla sær í høllina á Hálsi at hyggja eftir landsliðsflogbólti sunnudagin, eiga at hava í huga, at Tórshavn Marathon er sunnudagin, og tí eru vegir og tunlar stongdir í fleiri tímar. Fullfíggjað yvirlit sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu á www.torshavn.fo.
Kelda: Flogbóltssamband Føroya
Annað
Stórur flogbóltsdagur í høllini á Hálsi
Føroysku kvinnurnar skulu klokkan 16 royna at byggja á sigurin móti Georgia. Klokkan 19 bresta menninir hjá Føroyum og Lettlandi saman. Bæði mótstøðuliðini eru ovast styrkismett í bólkunum.
Nú verður talan um størri avbjóðing hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Portugal er styrkismett ovast í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-06-04 11:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald