Hondbóltur

Stórur føroyskur stuðul til dramatiska føroyinga-hálvfinalu í Reykjavík

Tey upp ímóti 30 stuðlaðu Vali, tí talan er um fólk frá vestara armi á Skálafjørðinum. Skálamaðurin Bjarni í Selvindi hevði týðandi leiklut, tá Valur vendi dystinum móti Afturelding.

Stórur fagnaður á familju, vinfólkum og øðrum úr nærumhvørinum, har Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg eru vaksnir upp

Stórur fagnaður á familju, vinfólkum og øðrum úr nærumhvørinum, har Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg eru vaksnir upp

2025-04-26 08:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valur vann sær fyrimunin aftur í hálvfinalurøðini móti Afturelding, tá liðini brustu saman á Hlíðarenda í gjárkvøldið.

Tað lá tó meira til Hall Arason Og Svein Olafsson eina góða løtu. Í steðginum vóru gestirnir á odda 16-12. Hallur skeyt fýra mál í triðu hálvfinaluni.

Tað var tó Valur, sum kom upp á 2-1 í hálvfinaludystum og harvið bert er ein sigur frá íslendsku finalunum nú.

Heimaliðið var betri í endaspurtinum, har serliga Bjarni í Selvindi gekk á odda. 22-ára gamli skálamaðurin varð toppskjútti Vals í teimum báðum fyrstu finalunum, men Sveinur og teir høvdu gott tamarhald á skjúttanum í gjár - fram til seinastu løtuna.

Bjarni vann tvey brotskøst og skoraði síðani fimm mál á rað fyri Val, so at tað varð 29-27. Afturelding kom á 29-29, men í seinasta minuttinum skoraði Valur til endaliga úrslitið 30-29.

[object Object]
Bjarni í Selvindi - her til U21 EM - var flúgvandi í avgerandi partinum av dystinum í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Stórur føroyskur fagnaður í Reykjavík

Bjarni í Selvindi skeyt seks mál, og Allan Norðberg skoraði tríggjar ferðir. Mánakvøldið kann Valur spæla seg í íslendsku finalurnar við sigri í Mosfellsbær, har Afturelding skal vinna.

Báðir føroysku landsliðsspælararnir hjá Vali eru uppvaksnir í StÍF, og Allan og Bjarni kendu seg helst á nógvan ymiskan hátt á heimavølli hetta fríggjakvøldið.

Íslendski hondbóltsmiðilin handbolti.is gjørdi nógv burturúr, at nógvir føroyingar vóru í høllini í Reykjavík føroyska flaggdagin. Sum skrivað varð har, so stuðlaðu teir Vali, tí talan var um strandingar og skálamenn.

Hetta vóru í stóran mun familja og vinmenn hjá Allani og Bjarna og eisini fólk úr økinum, sum høvdu onnur ørindi í Reykjavík. 

Teir upp ímóti 30 vóru til VIP-tiltak áðrenn - tað hevði eyðkendi málverjin Bjørgvin Páll Gustavsson syrgt fyri.

Føroyingarnir gjørdu týðiliga vart við seg í høllini, og Allan Norðberg, sum hevur búð í Íslandi í skjótt sjey ár, setti fegin orð á stuðulin aftaná.

Samrøða: handbolti.is

[object Object]Sjálvandi skuldi felagsmynd takast aftaná - ikki allir føroyingarnir í høllini komu tó uppá 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder