Kappróður

Stórur spenningur á seinasta degnum

Og tað er serliga til seinasta róðurin í ár: 10-mannaførini, sum eftir ætlan leggja til brots beint fyri klokkan 18. Havnabáturin og Klaksvíkingurin skulu stríðast um FM-heiti. Barnaróðurin byrjar klokkan 13.30 og kann stroymast.

Hvør verður omaná í 10-mannaførunum: Hetta er spurningurin hjá nógvum, nú Klaksvíkingur og Havnarbáturin eru stavn um stavn eftir seks stevnur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hvør verður omaná í 10-mannaførunum: Hetta er spurningurin hjá nógvum, nú Klaksvíkingur og Havnarbáturin eru stavn um stavn eftir seks stevnur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-28 09:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ólavsøkuróðurin er altíð nakað serligt. Hjá teimum bátunum, sum longu hava ella vunnið FM ella við 99 prosent vissu fara at tryggja FM í dag, merkir tað nógv á vinna á seinasta degnum - kanska serliga hjá bátunum úr høvuðsstaðnum.

Har eru Sílið (5-mannafør gentur 17-18 ár) og suvereni Jarnbardur hjá 6-mannaførum við kvinnum longu føroyameistarar. Ørvur hjá 8-mannaførunum hevur vunnið allar róðranar og skal bara lata vera við at fáa reytt kort ella enda uttanfyri topp-fimm fyri at koma í vanda.

Sí eisini: Sterk kappróðrarmanning roynir seg við sangi (video)

Fípan Fagra hjá 5-mannafør dreingjum (14-16 ár) er í somu støðu sum Ørvur. So at siga júst tað sama er galdandi fyri 6-mannafari úr Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag, Sundabátin.

Sí FM-støðuna her

[object Object]
Sundabáturin hevur í ár rokkið tindinum aftur hjá 6-mannaførunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Í fjør vann Kjósin á ólavsøku, og appelsinlitti báturin gjørdist eisini føroyameistari undir leiðslu av Saritu Kristinu Hansen (Mynd: Sverri Egholm)

Tvey fimm mannafør hjá KÍF liggja til FM. Talan er um gentu/kvinnummanningar: Kollur í aldursbólkinum 14-16 ár og Kjósin hjá kvinnum. Tær eru tvey stig frammanfyri tættastu kappingarnarneytarnar - Píl hjá gentum og Fípuna Føgru hjá kvinnum. Harvið skulu bátarnir úr Kollafirði syrgja fyri at enda minst í topp-tvey fyri at tryggja FM.

Teir appelsinlittu fara sjálvandi eftir 1. plássinum á ólavsøku eisini, og tað gera Fípan Fagra og Royndin Fríða sanniliga eisini. 5-mannaførini hjá dreingjum úr ávikavist Klaksvík og Vági rógva so at siga beinleiðis finalu umleið klokkan 17.40. Fípan er eitt stig frammanfyri Royndina.

Øll startrøðin sæst her

Endar við einum sonnum braki

Eftir 5-mannaførini hjá dreingjum verður tað endabresturin fyri kappróðrarárið á sjónum.

Og tað er ein slíkur endabrestur, sum Róðrarsambandið og onnur bert kundi droymt um: Ein rein finala millum Klaksvíking og Havnarbátin. 

Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at ein slík verður á metrunum innanfyri molan. Bátarnir hava vunnið tríggjar róðrar hvør í summar - summir hava verið tættir, men til dømis hevur Havnarbáturin vunnið sannførandi tvær ferðir.

Les eisini: Undan finaluni: Tætta kappingin gevur bátunum nógv

Tað er helst spurningurin, hvør "rakar dagin". Norðingur fer eisini at renna seg upp ímillum, men í FM-stríðnum snýr tað seg bara um, hvør endar frammanfyri innanhýs: Klaksvíkingur ella Havnarbáturin.

Klaksvíkngur hevur vunnið seinastu fýra árini og nærkast Havnarbátinum samanlagt søguliga.

Rógvarar og róðurskvinnur merkja spenningin, og tað verður stórur áhugi við Eystaru bryggju seinnapartin og tíðliga í kvøld. 10-mannaførini standa til at rógva klokkan 17.50

[object Object]

Øll startrøðin sæst her

Manningarnar, sum skulu rógva á ólavsøku, síggjast her.

Sí eisini: Heili 125 bátsmenningar hava meldað til ólavsokuróðurin

Barnaróðurin byrjar klokkan 13.30 og frá klokkan 14 stroymir Kringvarpið. KVF sigur eisini frá og vísir frá klokkan 15 - Portalurin verður til staðar við millum annað myndatólinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder