Eftir dagsins dystir er støðan í stríðnum um 2. plássið hendan:
2. NSÍ (60 stig) 26 dystir
3. B36 (59 stig) 26 dystir
4. KÍ (58 stig) 25 dystir
KÍ kundi við sigri í Runavík í dag so gott sum tryggja sær 2. plássið. Tað hevði komið í hús, um B36 samstundis hevði tapt í Sarpugerði. B36 kom eisini aftrum móti Víkingi, stutt áðrenn eitt korter varð leikt, men útiliðið vendi dystinum við trimum málum í 2. hálvleiki. Harvið er liðið hjá Jákupi á Borg nú betri við í stríðnum um evropeiska plássi.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen var ongantíð á sigurskós við Løkin, hóast KÍ hevði nakrar góðar atsóknir móti málunum hjá NSÍ. Einsamalla malið í dystinum kom, tá hálvur tími var leiktur. Toppskjúttin í 1. deild, 16-ára gamli Jørgen Nielsen, royndi seg við hegnisligum skotið. Lukasz Jarosinski hálvbjargaði, og so fylgdi metmálskjúttin í føroyskum mansfótbólti upp.
Málið hjá Klæmint ger, at NSÍ nú er á 2. plássi. KÍ hevur tó framvegis alt í sínum hondum, tí mikudagin kemur AB á vitjan í útsettum dysti. Leygardagin vitjar HB í Klaksvík - samstundis bresta NSÍ og B36 saman á Tórsvølli, og tí kann talan gerast um ein sera spennandi seinnapartin, tí tað er bert eitt av hesum liðunum, ið við vissu fær eitt pláss í nýggju UEFA Europa Conference League, sum føroysk lið skulu spæla í ístaðin fyri Europa League, í 2021. Hitt plássið er uppá spæl í steypakappingini. Vinnur HB ella liðið sum endar nummar tvey hana, so fær liðið sum endar nummar trý eitt pláss. B36 og NSÍ eru framvegis við í steypakappingini - KÍ er ikki.
NSÍ - KÍ 1-0 (1-0)
29' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
Myndir: NSÍ - KÍ
Víkingur - B36 1-3 (1-0)
14' Finnur Justinussen 1-0
47' Hannes Agnarsson 1-1
61' Erling Dávidsson 1-2
75' Sebastian Pingel 1-3
Myndir: Víkingur - B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald