Hondbóltur

Sum sild í tunnu og lang bíðirøð til upphitingina

Ein rúgva av heldur ótolnum føroyingum standa uttanfyri í keðliga veðrinum í Oslo. Upphitingarstaðið tekur bert umleið 1.500 fólk.

Tað var torført - ella ógjørligt - at funnið støð sum nøkta tørvin til allan skaran av føroyingum í norska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var torført - ella ógjørligt - at funnið støð sum nøkta tørvin til allan skaran av føroyingum í norska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-16 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin/FM1) Mett verður at umleið 6.000 føroyskir fjepparar vera til dyst her í kvøld, tá Føroyar og Sveis spæla um týðandi stig í bólkinum.

Hesar dagarnar eru ymisk tiltøk fyri føroyingar, og eitt er tann ókeypis upphitingin, sum stórstuðlar hjá HSF skipa fyri (Føroya Banki, Atlantic Airways, Wenzel og Effo).

Slíkt hevur verið væl vitjað til endaspølini higartil, og soleiðis er eisini í dag - trupulleikin er bara tann, at høli hjá Carls bert kann taka umleið 1.500 fólk.

Talan er um barrina/útleiguhøli, sum verður nýtt til føroysku upphitingina í dag og týsdagin - sunnudagin verður tað í einum høli við høllina.

Sum skilst hevur verið torført - ella ógjørligt - at funnið støð sum nøkta tørvin til allan skaran av føroyingum í norska høvuðsstaðnum.

Og tískil sær tað soleiðis út, sum niðanfyri:

[object Object]

[object Object]Føroyingar royna at hita upp til stóran dystin - men nógv royna at halda hitanum í kuldanum og regninum uttanfyri Carls (Myndir: Sverri Egholm)

Fleiri myndir av staðnum vera í okkara beinleiðis bloggi, sum byrjar klokkan 15.30

Upphitingin byrjaði klokkan 13.30 føroyska tíð, og skjótt var fult í Carls.

Harvið sleppa ikki fleiri inn - tað er ikki uttan so, at onnur fara. Tað hevur við sær langa bíðirøð uttanfyri. 

Tað er ikki lýtt í Oslo, og í løtum kemur regn eisini niður. Sum vera man hava summi hug at ilskast og ótolnast, tí tað ikki ber til at koma inn.

Onnur velja at hita upp fyri seg ella gera ymiskt annað áðrenn dystin, sum byrjar klokkan 19.30. Fjepparaøkið í høllini letur upp um ein og hálvan tíma, so fleiri fara óviað at leita sær tíðliga út til Unity Arena í Bærum.

Portalurin er á staðnum til upphitingina, har millum annað fleiri føroyskir bólkar og plátuvendarar vera á pallinum. Myndir og fleiri dagføringar vera á blogginum, sum byrjar klokkan 15.30 og koyrir til nakað eftir dystarenda.

Klokkan 16 sendir FM1 beinleiðis - lurta her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder