Víkingur sum á kvinnusíðuni hjá felagnum undan kappingarbyrjan í ár fór úr samstarvinum við ÍF og B68 hevur havt eitt hampiligt kappingarár og endaði á fjórða plássi í Betri deildini hjá kvinnum.
Suni Olsen kom til felagið sum venjari hetta kappingarárið, og nú er greitt at hann heldur fram næsta kappingarar. Hesum boðar Víkingur frá.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Tað er við gleði at vit kunnu kunngera, at Súni Olsen, sum bleiv settur sum venjari hjá Betri kvinnum við kappingarbyrjan í ár, hevur longt sáttmálan við einum ári, sigur felagið.
Endaliga støðan í Betri deildini kvinnur
1. KÍ 49 stig
2. NSÍ 42 stig
3. EBS/Skála 41 stig
4. Víkingur 35 stig
5. HB 33 stig
6. B36 26 stig
7. 07 Vestur 12 stig
8. AB/B71 3 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald