Fótbóltur

Super League feløgini verða ikki revsað

Uefa hevur slept ætlanirnar um tiltøk móti stórfeløgunum, sum ætlaðu at stovna sína egnu kapping uttan um evropeisku fótbóltssamgonguna.

2021-09-28 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Europeiska fótbóltssamgongan, Uefa, hevur slept ætlanunum um at revsa tey trý feløgini, Real Madrid, FC Barcelona og Juventus, sum framvegis eru partur at ætlanini um at seta á stovn eina evropeiska Super League.

Tað boðar Uefa frá á heimasíðu síni.

Samgongan hevur annars hildið fast um, at tey trý feløgini áttu at verið revsað fyri ikki at sleppa Super League ætlanunum, sum fyrr í ár sendu ein skelk gjøgnum evropeiska fótbóltsheimin.

Kappingin skuldi eftir ætlan verða tann nýttja stóra kappingin í Evropa. Men mótstøðan frá restini av fótbóltsheiminum var so ógvuslig, at níggju av teimum 12 feløgunum tóku seg aftur stutt eftir. Tó ikki sponsku stórfeløgini Real Madrid og FC Barcelona og italska Juventus.

Uefa upplýsir eisini, at samgongan hevur slept kravinum um bót frá teimum nýggju feløgunum, sum tóku seg úr ætlanunum.

Í farnu viku kom ein dómstólur í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, til ta niðurstøðu, at Uefa ikki hevur heimild at revsa feløgini. 

placeholder
placeholder