2019-06-01 21:00
Tað hevur gingið væl hjá danska liðnum, sum hetta vikuskiftið kappast í EM í rógving í Sveis.
Danmark hevði átta bátar við í kappingini, og í dag gjørdist greitt, at fimm teirra hava tryggjað sær pláss í A-finalunum, sum vera í morgin, sunnudagin.
Ein teirra er miðvingurin Sverri Nielsen, sum eisini fekk staðfest diskusprolaps fyri tveimum vikum síðani.
Sverri gjørdist nummar tvey í bæði fjórðingsfinaluni og í hálvfinaluni í dag.
Í samrøðu við DR segði føroyski rógvarin, at hann ikki helt, at skaðin var nakar trupulleiki. Tó roknaði hann ikki við at fáa nakað heiðursmerki í hesari kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald