Kappróður

Føroyskur rógvari til EM við diskusprolaps

Eg skal bara hita meira upp, sigur Sverri Nielsen, sum umboðar Danmark í EM í Sveis um vikuskiftið.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-31 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyski rógvarin, Sverri Nielsen, sum er millum teirra, ið umboðar Danmark til EM í rógving í Sveis um vikuskiftið, fekk fyri tveimum vikum síðani staðfest diskusprolaps í rygginum. Men hetta forðar honum ikki í at luttaka.

Í samrøðu við DR, sigur Sverri, at hann ikki er bangin um skaðan í rygginum. Hann skal bara hita meira upp enn vanligt.

- Tað er ikki ein stórur trupulleiki. Nógv onnur hava róð við diskusprolaps í nógv ár, sigur hann.

Tó ásannar Sverri, at pínan í rygginum hevur darvað fyrireikingarnar hjá honum til EM. Hann skal m.a. gera venjingar annan hvønn tíma, tá hann er vakin.

- Hetta hevur merkt, at eg havi verið noyddur at minka um mína venjing. Eg havi roynt at gjørt meira venjing, sum ikki belastar ryggin.

Sverri roknar tí heldur ikki við, at hann fær nakað heiðursmerki í Sveis.

- Beint nú hugsi eg meira um ryggin hjá mær og um at fáa pínuna vekk, sigur hann.

Verður hann millum 12 tey bestu til EM, er tað í lagi. Verður hann millum seks tey bestu, er tað gott, sigur hann.

Danmark hevur átta bátar við í kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder