Annað

Svimjari, rógvari ella fótbóltsspælari í uppskoti til ÍtróttaNavn 2020

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru í uppskoti.

Sverri Sandberg Nielsen varð valdur ársins ÍtróttaNavn fyri einum ári síðani (Savndmynd: Ólavur Frederiksen)

Sverri Sandberg Nielsen varð valdur ársins ÍtróttaNavn fyri einum ári síðani (Savndmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-02-10 18:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Royndi svimjarin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen, evropameistari í rógving, og fótbóltsleikarin Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við týska Arminia Bielefeld, eru í uppskoti at fáa heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2020.

ÍtróttaNAVNIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á Ítrótta-FAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ verður latin einum íðkara, ið skarar framúr.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vísir ein framúr góðan hugburð til venjing og kapping. Vár er norðurlendskur meistari í 800 frí og hevur eisini vunnið onnur norðurlendsk heiðursmerkir. Vár vann allar sínar finalur í FM í november – tilsamans 13 gullheiðursmerkir á stuttgeil. Vár eigur harumframt 10 føroyskt met.

[object Object](Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Sverri Sandberg Nielsen tryggjaði sær við gullinum evropameistaraheitið í single sculler í EM í Poznan í Póllandi í 2020. Árið fyri vann hann silvur í heimsmeistarakappingini í Eysturríki. Føroyski evropameistarin hevur víst, at við áræði og miðvísari venjing ber til at røkka nærum óhugsandi málum.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jóan Símun Edmundsson hevði eitt gott kappingarár í 2019, hóast hann stríddist við skaðar. Hann var ein av lyklaleikarunum hjá Arminia Bielefeld, sum vann sær uppflyting til Bundesliguna.

ÍtróttaNAVNIÐ fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið kl. 19.30. 

Hetta er triðju ferð, at ÍSF heiðrar ársins ÍtróttaNavni. Í fjør fall valið á rógvaran Sverra Sandberg Nielsen, sum eisini er í uppskoti í ár, og árið frammanundan varð súkklarin Torkil Veyhe veldur ársins ítróttanavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder