Tað liggur til, at sørvingar skulu vinna sítt fjórða meistaraheitið, tá landskappingin í kvinnuflogbólti skal avgerast nú um páskirnar, men hetta kunnu tær í Drátti forða fyri.
Finalurnar vera avgreiddar við tveimum dystum, sum vera leiktir í Høllini á Hálsi nú um páskahalguna, og verður tað so, at liðini vinna hvør sín dyst, so spæla liðini eitt avgerandi gullsett fyri at finna útav, hvør skal vera føroyameistari.
Og tað er als ikki óhugsandi, at talan kann fara at gerast um eitt avgerandi gullsett fyri at vit skulu finna útav, hvør skal vera føroyameistari í kvinnuflogbólti 2020.
SÍ hevur havt eitt rættiliga gott kappingarár, har tær bara hava tapt tann eina dystin. Liðið hevur spælt 15 dystir, og tær hava vunnið 14 av teimum. Tað, sum er merkisvert við SÍ í ár er, at tær bara hava tapt 11 sett tilsamans. Og hava vit so tað í huga, at trý av teimum komu í tí seinasta dystinum, so hava sørvágskvinnur bara tapt átta sett í 13 dystum. Tað vil siga umleið eitt sett í øðrum hvørjum dysti. Tað vísir eitt sindur, hvussu sterkt liðið er.
Tá talan so er um somu lið, sum vóru í steypafinaluni í ár, so er veruliga talan um tað besta, sum føroyskur kvinnuflogbóltur hevur at bjóða uppá beint nú.
Tað sóu vit eisini í steypafinaluni, har sørvingar at enda sigraðu. Men júst hesin dysturin vísti eisini, at SÍ er til at tosa við, um tú ert til dystin fús, og tað var Dráttur í byrjanini av steypafinaluni. At SÍ so kom afturíaftur móti endanum av dystinum, vísir bara, hvussu sterkt liðið er, og at Dráttur-leikararnir mugu konsentrera seg allan dystin á tamb.
Tað gjørdu tær 13. mars, tá SÍ varð sent a Giljanesi við einum 3-2 tapi - tað var einasti ósigurin hjá SÍ í grundspælinum.
Kvinnufinalurnar verða spældar skírisdag 1. apríl og leygardagin 3. apríl klokkan 15 og mansfinalurnar somu dagar klokkan 18. Hendan er millum ÍF og Mjølnir.
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald