Tað vóru jaligar taktir í fyrsta dystinum móti Norðurmakedónia og eitt stig móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum má metast sum góðkent.
Ikki fullselt men tíðliga var fagnaður á føroyingum - sum heild vóru fleiri góðar løtur og støður í 1-1 dystinum í 1. umfari (Myndir: Sverri Egholm)
Tað var avrikið í fyrra hálvleiki í Lettlandi als ikki. Føroyska liðið var aftanfyri Lettland á so at siga øllum økjum. Tað sá tungt og heldur óskipað út. Lettar vóru óskarpir í føroyska brotsteignum, og var tað heppið, at Føroyar ikki vóru aftanfyri eftir steðgin.
Tað sonevnda "úttrykkið" var veikt. Tað gjørdist betri eftir steðgin, men Lettland vann 1-0 í Riga. Fyrsta tapið í kappingardysti fyri Lettlandi nakrantíð: Spælararnir har eru á rímiligum addressum, men nú hevur lutfalsliga lítla evropeiska fótbóltstjóðin - sum ikki hevur fótbólt sum nummar eitt ítróttargrein - vunnið tvær ferðir innan tríggjar mánaðir á Føroyum. Í juni var tað í venjingardysti, og í hesum dystunum hevur liðið hjá Håkani Ericson ikki skora.
Gunnar Vatnhamar og hinir iðraðu seg í Lettlandi týskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Tvey tap móti Lettlandi seinastu tríggjar mánaðirnar
Håkan: Okkum vantar fleiri ting í dag (Video)
Eru aftast
Eftir tvey tey fyrstu umførini er støðan í bólkinum hendan:
Støðan:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig
Fýra umfør eru eftir. Niðasta liðið í bólkinum flytir møguliga niður í Deild D til Nations League 2026: Tveir av teimum fýra fýra'arnir flyta beinleiðis niður um tað - hinir spæla um tað móti teimum fremstu í deild D. Har er einki EM play-off pláss uppá spæl, og hevði tað á allan hátt verið eitt stig niður fyri føroyska manslandsliðið. Eitt er sjálvt møgulig niðurflyting - hitt er sjálvskenslan og møguleikin fyri menning.
Håkan Ericson og toymi stóðu á odda, tá Føroyar fluttu upp í Deild C í 2020 og hildu sær har í 2022. Árið 2023 var í stóran mun eitt vónbrot í EM-undankappingini; tungt við fáum málum. Nú er trýst á at ikki at fáa ein niðurtúr í Nations League - dreymurin er eisini um hægri enn eitt 3. pláss.
Håkan Ericson skrivaði í fjør undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til ársenda 2025. Svenski venjarin hevur stóra uppgávu fyri framman restina av Nations League, og hevur liðið nakað at prógva (Mynd: Sverri Egholm)
Armenia kemur á vitjan 10. oktober, og tríggjar dagar seinni, 13. oktober, kemur triði møguleikin í ár at fáa nakað burturúr móti Lettlandi. Armenia er styrkismett nakað omanfyri Føroyar og Lettland beint omanfyri. Føroyar eru farnar næstan støðugt niður eftir listanum seinastu árini.
Í serliga altjóða fótbólti er munurin stórur á útivølli og heimavølli. Tí skulu stig til høldar nú, um ikki Føroyar skulu á eina heilt tunga uppgávu eftir fleiri stigum í Armenia og Norðurmakedónia í november. Armenia vann 4-1 á heimavølli móti Lettlandi í 1. umfari, men tapti týskvøldið í Norðurmakedónia - hóast heimaliðið var í yvirtali allan 2. hálvleik.
Rættað og dagført: 20.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald