Annað

Tadej Pogacar setti alt uppá pláss

Slovenin í gulu troyggjuni vísti á síðsta teinum eisini, at hann er nógv tann besti súkklarin í ársins Tour de France.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-21 19:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tadej Pogacar er besti súkklarin í Tour de France í ár. Síðsti teinurin varð súkklaður seinnapartin og 25 ára gamli slovenin vísti, hvør dugur er í honum.

Vinnarin seinastu tvey árini, Jonas Vingegaard, royndi alt hann orkaði, maðurin í gulu troyggjuni koyrdi teir 33 kilometrararnar ein minutt og tvey sekund skjótari enn danin.

[object Object]Einkultstarturin í Nice var karmur um seinasta teinin í ársins Tour de France (Mynd: EPA)

Áðrenn einkultstartin seinnapartin, var alt meria ella minni avgjørt. Tadej Pogacar vann samanlagt við tíðini 83 tímar, 38 minuttir og 56 sekund. Seks minuttir og 17 sekund frammanfyri Jonas Vingegaard.

Tadej Pogacar vann tríggjar teinar í ársins Tour de France, og hetta er triði samlaði Tour de France-sigurin hjá skjóta slovenaranum.

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder