Danski landsliðsleikarin í fótbólti, Pierre-Emile Højbjerg, sum dagliga spælir við Tottenham Hotspurs í Onglandi, hevur valt at stuðla felagnum, sum var byrjanin til hansara starvsleið sum professionellur fótbóltsspælari.
250.000 krónur eru fluttar inn í felagskassan hjá felagnum Boldklubben Skjold, skrivar tv2.
- Eg fegnist um at vera einastaðni á míni starvsleið og eina staðni í lívi mínum, har eg kann sleppa at geva aftur til nøkur teirra, sum hava stórar dreymar, sigur spælarin sjálvur.
Pengarnir skulu í fyrstu atløgu brúkast til at undir leikarar kunnu vera longri í felagnum á Østerbro, og so hevur felagið eisini sett tveir nýggjar ungdómsvenjarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald