Fótbóltur

Tamur fyrri hálvleikur á Tórsvølli

Fáar vandamiklar støður komu í fyrstu 45 minuttunum á Tórsvølli, har luksemborgar tó hava verið tað betra og farligari, av liðunum.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-07 20:44 Author image
Tormóður Petursson Djurhuus
placeholder

Føroyingar, sum í dag byrjaðu í einari 4-4-2 uppstilling, komu fínt frá byrjan, hóast at luksemborgar høvdu yvirtakið, uttan at tað nakrantíð bleiv farligt.

Sum hálvleikurin leið, kom betri og betri glið á føroyska spælið, samstundis sum nakrar av høgu press royndunum eydnaðust heilt væl.

Fyrsta veruliga farliga støðan í dystinum fall eftir 25 minuttir, til føroyingar, tá ið Meinhard Olsen fekk nógv pláss inni í feltinum hjá Luksemborg. Hann royndi at finna Klæmint Olsen, men eydnaðist ikki, og ongin roynd kom úr støðuni. 

Bert tríggjar minuttir seinni var Danel Sinani, ið skoraði bæði málini í luksemborgska 0-2 sigrinum á Litava, sentimetrar frá at leggja Luksemborg á odda, við einum langskoti, ið júst sníkti seg útum vinstru stong hjá Gunnari Nielsen, í føroyska málinum.

Næstu løtuna tóku luksemborgar aftur yvirtakið, og komu eisini til nakrar fínar støður, har onkur gjørdist vandamikil.

Beint áðrenn hálvleik kom so veruliga lív í.

Fyrst hildu luksemborgar seg hava fingið brotspark, men linjuverjin dømdi fyri rangstøðu.

Ein góðan minutt seinni fingu føroyingar fríspark á luksemborgsku hálvuni. Frísparkið tók Sølvi Vatnhamar, og var hann sentimetrar frá at finna pannuna á einum fríum Odmari Færø.

Beint eftir brúkslaði dómarin fyrra hálvleik av, 0-0 í hálvleikinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder