HSF: Hóast ein fínan seinna hálvleik, so vóru føroysku U18-menninir júst ov stuttir móti Kekkia og taptu 29-28, eftir hálvleiksstøðuna 18-13 til Kekkia.
Í mun til teir tveir undanfarnu dystirnar, fekk føroyska verjan als ikki fatur frá byrjan, og kekkar komu lætt til stórar kjansir. Føroyska álopið koyrdi væl í løtum og okkara komu fyri tað mesta fram til møguleikar. Okkara gjørdu tó heldur nógvar villur ta einu løtuna og kekkar fingu fleiri løtt mál uppá skjótálop og løgdu seg nøkur mál fram um. Lýðar í Dímun kom inn í føroyska álopið, og hann stóð seg væl við fimm málum í fyrra hálvleiki. Neyvleikin var tó sum heild størri hjá kekkum, og fóru teir til hálvleiks frammanfyri 18-13.
Føroyar spældu 7 móti 6 tað mesta av seinna hálvleiki og hepnaðist hetta væl. Rúnar Hammer kom veruliga í gongd, og var hann ein støðug, ágangandi hóttan móti kekkisku verjuni og gjørdi fleiri góð mál. Føroyar hálaðu spakuliga inn og javnaðu í 49. minutti. Okkara komu tó ongantíð fram um, og tað var tann seinasti neyvleikin, sum vantaði seinastu 10 minuttirnar.
(Mynd: HSF)
Eftir dystin var Lýðar í Dímun kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Lýðar spældi bert góðar 20 minuttir í fyrra hálvleiki, men var sera farligur og gjørdi 5 mál. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin móti Slovenia kl. 11, føroyska tíð. Slovenia vann í morgun 31-28 á Portugal. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.
Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)
Dystargongdin Føroyar – Kekkia
5 min. 2-3
10 min. 4-5
15. min. 6-10
20 min. 9-12
25 min. 11-15
30 min. 13-18
35 min. 15-20
40 min. 17-20
45 min. 21-23
50 min. 24-25
55 min. 26-27
60 min. 28-29
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 7
Lýðar í Dímun 5
William N. Djurhuus 5
Pauli Rasmussen 3
Jógvan Andreas Lamhauge 2
Jón Midjord 2
Magnus Árason 1
Jákup Egholm 1 (1)
Filip Haldansen 1
Haraldur Karlsson 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 37 min., 8 bjargingar, 29%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 23 min., 1 bjarging, 11%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald