Ein dystur í Faxe Kondi steypakappingini varð spældur í gjárkvøldið. Hann var í Hoyvík. Hetta var seinasti dystur í 1. umfari í bólkaspælinum hjá monnum, har trý umfør eru.
Tað endaði við at Team Klaksvík fekk týðandi sigur. Tað er lagt upp til stóran spennandi í bólki 2, og hesi stigini kunnu tí koppa tí rætta vegin til hálvfinalurnar.
Eftir at H71 byrjaði betri, tók Team Klaksvík eitt sindur yvir og var á odda við trimum málum í steðginum, har serliga álopsspælið eydnaðist væl.
Hoyvíkingar vendu tí tó skjótt eftir steðgin, og eftir 42 minuttir fekk Brian Slyne, ið hevði verið eyðsýndur í dystinum, sína triðju útvísing. Eftir hetta vóru hoyvíkingar eisini tvær ferðir frammanfyri við tveimum málum, men tað var Team Klaksvík, ið skoraði málini seinastu minuttirnar.
Sámal á Tjaldrafløtti gjørdist aftur toppskjútti fyri Team Klaksvík (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Tá varð vent frá 27-25 til 27-28, har toppskjúttin hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti, skoraði eitt mál og Sakaris Ludvík Súnason hinu bæði. Avgerandi málið í Hoyvík kom við brotskasti. Beint áðrenn hevði H71-toppskjúttin, ísak Vedelsbøl, misnýtt brotskast.
KÍF vann á Kyndli í fyrsta dystinum í bólkinum. Í 2. umfari, sum verður 26. november, tekur Team Klaksvík móti Kyndli, og H71 er kroyst at vinna á KÍF.
Bólkur 2: H71, KÍF, Team Klaksvík, Kyndil
1. umfar
Leygardagin 14.10
KÍF - Kyndil 27-25
Mikudagin 18.10
H71 - Team Klaksvík 27-28 (14-17)
Toppskjúttar: Ísak Vedelsbøl 10 mál, Bogi Hansen 7 mál,
Sámal á Tjaldrafløtti 6 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald