Meðan flestu "ítróttareyguni" í Klaksvík - og í Føroyum - í kvøld vóru vend móti Bratislava, har KÍ spældi í bólkaspælinum í Conference League, spældi Team Klaksvík sín fyrsta landskappingardyst hetta kappingarárið.
Tað endaði við heimasigri í Klaksvíkar Badmintonhøll, har Neistin vitjaði. Útiliðið byrjaði annars betri og kom upp á 5-10 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Síðani fór álopið hjá Team Klaksvík at koyra nógv betri, og í steðginum var støðan 15-15.
Í 2. hálvleiki legði útiliðið aftur betri fyri, og hevði leiðslu á trý mál í løtum. Tá farið var í avgerandi løtuna, vóru tað tó aftur teir á heimaliðnum, ið vísti meira skerpni. Tað var javnleikur 24-24 í 48. minutti, og so hevði Team Klaksvík eitt tíðarskeið, har liðið skoraði sjey mál útav teimum næstu níggju.
Sí dystargongdina við at trýsta á her og rulla niður (hsf.fo)
Neistamenn fingu nógv mál í løtum, men seinastu løtuna steðgaði tað eitt sindur upp (Savnsmynd: Sverri Egholm)
So vendist ikki við, og teir hjá Team Klaksvík kundu fegnast um tvey stig í sínum fyrsta landskappingardysti. Teir skulu spæla kappingarárið uttan krossbandsskadda Jens Paula Poulsen.
Í dag vísti Sámal á Tjaldrafløtti góðar taktir og var toppskjútti hjá heimaliðnum við sjey málum. Brian Slyne og Súni Dalsgaard eru ungir spælarar, sum fyri stuttum eru komnir úr høvuðsstaðnum, og teir skutu seks mál hvør, eins og Nikolay Bliznov.
Eins og Team Klaksvík, spældi Neistin dystir í European Cup í vikuskiftinum. Neistmenn hava ikki heilt fingið ætlaðu bryjanina uppá kappingarárið: Teir mistu fýra-máls leiðslu móti grannunum á gólvið síðstu minuttirnar í síðstu viku, og í evropeisku dystunum - báðir á heimavølli - taptu teir greitt samanlagt. Talan er tó um eitt ungt og heldur nýtt lið. Sunnudagin skulu teir til Kollafjarðar, og Team Klaksvík tekur móti Kyndli.
Burn-deildin 2. umfar
Klaksvíkar Badmintonhølli, hósdagin 21.09
Team Klaksvík - Neistin 32-27 (15-15)
Toppskjúttar:
Neistin: Philip Harper Müller, 8 mál
TK: Sámal á Tjaldrafløtti 7 mál
Allir málskjúttarnir síggjast her:
Mynd: Hondbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald