Fótbóltur

Teir framskundaðu dystirnir verða leiktir nú seinnapartin

B36 kann økja um munin til hini liðini; Skála og NSÍ hittast til spennandi uppgerð um Skálafjørðin.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-03-30 11:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Betrideildini verða leiktir seinnapartin. Báðir eru framskundaðir, og íhvussu er á Skála eru keðiligu veðurforsagnirnar til í morgin grundgevingin: 

3. umfar - Leygardagin (30/3): 
15.00: AB – B36
17.00: Skála - NSÍ

B36 hevur vunnið tepurt á Skála og EB/Streymi fyrstu umførini og er harvið einasta liðið, sum hevur fult stigatal. Árstalsfelagið er í dag á vitjan á Argjum, har liðið má metast at vera rímiliga greiðir favorittur. Jákup á Borg og hansara lið hevur ikki fingið so góða byrjan uppá undanarnu kappingarár, men hevur í dag góðan møguleika at koma uppá 9 stig og harvið liggja trýst á liðini niðanfyri. 

Tað er annað uppá spæl enn stig á Skála í dag, har NSÍ er á vitjan. Liðini spæla nemliga á fyrsta sinni um Skálafjarðasteypið. Tað er tó meira áhugi í stigunum, og talan verður allarhelst um sera tætt stríð um tey. Skála sær spennandi út í ár, og NSÍ kemur frá einum góðum avrikið í Gundadali undan landsliðsteðginum. Liðini frá hvør sínum armi á Skálafjørðinum kunnu leggja seg á 2. plássi, og møguliga taka oddasessin, við sigri.

Til ber at fylgja gongdini í báðum dystiunum á forsíðuni á Portlainum. Vit taka eisini samanum dystirnir. Til ber at síggja uppgerðirnar hjá Televarpinum. 

Støðan eftir tvey umfør:
1. B36 (6 stig)
2. Víkingur (4 stig)
3. NSÍ (4 stig)
4. Skála (3 stig)
5. AB (3 stig)
6. TB (3 stig)
7. KÍ (2 stig)
8. HB (2 stig)
9. EB/Streymur (0 stig)
10. ÍF (0 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder