Aaarhus HC er á 6. plássi og var eitt skifti eitt av mongu liðunum, ið var við í uppflytingarstríðnum í næstbestu donsku deildini. Felagið við føroysku landsliðsmiðverjunum Teis Horn Rasmussen og Peturi Krogh, har Peder Bredsdorff-Larsen er í nevndini, hevur tó "mist" fimm stig í dystum seinastu tríggjar vikurnar, og nú er møguleikin sum so burtur.
Teis Horn Rasmussen hevur tó gingið á odda hesa seinastu tíðina við sínum verjuspæli og við málskjóting. Í sjey dystum í februar skoraði føroyski strikuspælarin samanlagt 36 mál.
Harvið hevði Teis yvir fimm mál í miðal í júst farna mánaða, og 27-ára gamli føroyingurin skoraði triðflest av øllum í deildini. Bert Dines Kjeldgaard frá Odense HC og Daniel Astrup, liðfelagi hjá Paula Mittún, skoraðu fleiri - ávíkavist 39 mál og 37 mál.
Skíggjamynd: Topphåndbold Herrer
Teis Horn Rasmussen var millum annað toppskjútti í tveimum dystum. Sunnudagin skal hann royna seg móti føroyingafelagnum av Frederiksberg, FIF. Í næstu viku eru Teis og landsliðsliðfelagirnir savnaðir í Føroyum.
Sí eisini:
Teis gjørdist aftur toppskjútti
Manslandsliðið savnast í Føroyum í næstu viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald